Kyndil heldur galla á Platform

26. apríl bjóðar Kyndil øllum hondbóltsleikarum í landinum til stórt gallakvøld, sum hesa ferð verður hildið á Platform í Havn

Gallakvøld

Hondbólturin var fyrsta ítróttagreinin her á landi, sum veruliga fekk lív í hugtakið, Gallakvøld. Hetta tá H71 á várið 1999 tók stig til stórsligið tiltak, sum varð hildið í Studentarskúlanum í Hoydølum.
Næsta árið vóru tað aftur hoyvíkingar, sum skipaðu fyri, men síðani varð mest sum gjørt av, at tiltakið skuldi út at ferðast. Fyrraárið vóru tað so tey í VÍF og í fjør VB, men leingi hevur stór óvissa valdað um, hvussu fór at verða við kvøldinum hesaferð.
Nú hevur Kyndil tó boðað frá, at tey saman við Platform fara at skipa fyri kvøldinum.
Hetta verður tann 26. apríl, og sum vera man, so verður nógv gjørt burturúr kvøldinum, sum hesa ferð er ókeypis hjá leikarunum..
Klokkan 21.00 verða dyrnar lætnar upp fyri leikarunum, sum til høvið fáa eina eksotiska buffét. Undirhald verður við Hilmar Jan Hansen, og seinni um kvøldið spælir Terji Rasmussen við manning til dans.
Hæddarpunktið á sjálvum kvøldinum verður sjálvsagt kjósanin av teimum bestu leikarunum, sum hava gjørt vart við seg hetta kappingarárið. Einasta av hesum, sum er avgjørt frammanundan eru sjálvandi bestu málskjúttarnir, og alt bendir á, at hesi eita Dragisa Stojovic og Daiva Toumaite. Restin verður verandi ógreitt til tað seinasta, tá ikki færri enn 13 virðislønir skulu handast umframt heiðurin fyri málskjótingina. Tað verða ársins málverjar, ársins venjarar, ársins álopsleikarar, ársins verjuleikarar, ársins dómarapar og so sjálvandi tey bæði, sum størsti spenningurin oftast er um. Nevnliga heiðurin sum ávíkavist ársins leikari og ársins stjørnuskot.
Meira verður ivaleyst at frætta um tiltakið seinni, men longu nú hava hondbóltsfeløgini kring landið fingið atkvøðuseðlarnar sendandi, soleiðis at fyrireikararnir kunnu fáa hendan partin av tiltakinum upp á pláss í góðari tíð.