Kyndil hitar upp á Hálsi

Kvinnurnar hjá Kyndli skulu vinna í morgin fyri at varveita FM vónina

Leygardagin klokkan 16.00 spæla Kyndil og Neistin aðru FM finaluna í hondbólti hjá kvinnum. Neistin vann fyrru finaluna við sjey málum. Nú stríðist Kyndil fyri at halda lív í FM vónini.

 

Les eisini: Her er nýggja venjaratoymið hjá Kyndli

 

Kyndil boðar nú frá, at klokkan 15.00 seinnapartin leygardagin hittast kyndilsáskoðarar á Hálsi at hita upp til aðru FM-finaluna hjá kvinnunum ímóti Neistanum, sum verður kl. 16.00.

 

Les eisini: Profilar velja Kyndil

 

Kyndilsáskoðararnir hittast í kantinuni, har møguligt verður á mála andlitini og síggja myndir og filmsupptøkur frá spennandi søguligum dystum.

 

Kyndil heitir á sínar áskoðarar um at møta til dystin í grønum.