Kyndil hongur framvegis í

Í einum heldur rótutum dysti tryggjaði Kyndil tey bæði væntaðu stigini móti hoyvíkingum, og enn eru teir ikki heilt gloymdir í stríðnum um heiðurskrónurnar

Jákup Mørk


Kyndil H71 32-25 (14-13)


Kyndilsliðið, sum fyrr í vikuni tryggjaði sær finalusessin í steypakappingini, var nakað skert, tá teir sunnudagin skuldu royna seg móti hoyvíkingum.

Av ymsum ávum sótu Bjarni Wardum, Hannis Wardum og Regin Petersen uttanfyri, tá dysturin byrjaði, so møguleikarnir hjá hoyvíkingum at gera okkurt óvæntað, vóru til staðar, hóast teir kanska ikki vóru so øgiliga stórir.

Hoyvíkingar høvdu eisini sítt at hugsa um, tí Allan Mørkøre var staddur í Spania við fótbóltslandsliðnum. Maður kemur tó í mans stað, og fyri hoyvíkingar man tað í hvussu so er kennast fløvandi, at Hallur Danielsen nú aftur er at síggja á besta liðnum.


Settu ferð á seinna umfarið

Fyrsta hálva tíman leikaði rættuliga javnt á, og liðini skiftust um at hava leiðsluna.

Hoyvíkingar stríddust sera væl, og hóast spælið ikki altíð var so øgiliga væl polerað, so fingu teir kortini heilt væl burtur úr.

Kyndilsliðið kom ongantíð rættuliga upp í snúningar fyrra partin av dystinum. Ístaðin fyri at royna at koyra sítt egna spæl, fóru teir heldur inn at róta í mótstøðuverjuni, og hetta hevði eisini við sær, at spælið gekk óneyðuga seint.

Serliga var tað Niels Viggo Niclasen, sum gjørdi um seg á kyndilsliðnum. Hann hevur ikki verið so nógv við í ár, sum flestu áskoðararnir høvdu væntað, men verður mett eftir avrikinum sunnudagin, eigur hann helst at teljast millum teirra, sum verða við, tá steypafinalan skal avgreiðast komandi leygardag.

Í seinna hálvleiki kom meira ferð á kyndilsliðið, og hóast hoyvíkingarnir royndu at hanga í, so megnaðu teir ongantíð veruliga at hótta grøna herin, eftir at hesir tíðliga í hálvleikinum vunnu sær eina trygga leiðslu.

Uttan stórvegis hóvasták syrgdu leikararnir fyri, at sigurin varð fingin til høldar.


Kunnu koma í oddin

Hvat stigini skulu nýtast til í landskappingini er ilt at meta um. Flestu áskoðararnir munnu helst vera av teirri fatan, at kyndilsleikararnir helst hava tveitt ov nógv stig burtur í dystinum um FM-heitið, og helst er hetta eisini rætt.

Tað tykist nevnliga ikki serliga sannlíkt, at Kyndil skal taka øll trý oddaliðini aftur. Hinvegin kann væl verða, at teir fanga okkurt av hesum trimum aftur, tí gongdin higartil hevur verið, at øll kunnu taka stig frá øllum. Vinnur Kyndil dystin móti kollfirðingum komandi mikudag er munurin upp til toppin bert 6 stig, so enn er einki avgjørt í so máta.


Dómararnir møttu ikki

Mest merksiverda hendingin í dystinum var helst, at eingin dómari var komin, tá dysturin skuldi byrja.

Eftir tí, sum vit hava skilt, skuldu strandingar døma dystin, men helst er onkur misskiljing íkomin, soleiðis at boðini ongantíð eru komin fram.

Dysturin varð tó leiktur undir leiðslu av Gunnar Gregoriussen og Petur Dahl, og sum vit skilja á lagnum, so mundi døming teirra vera á góðari leið, hóast stutta skotbráðið teir høvdu at fyrireika seg í.


Dysturin í tølum

Málskjúttar:

Kyndil: Niels Viggo Niclasen 8, Hans Áki Dahl Christiansen 6, Jacob Jónsson 6 (2), Uni Wardum 5, Janus Einar Sørensen 3, Rúni Poulsen 2, Leivur Holm 1, Bárður Mikkelsen 1

H71: Hallur Danielsen 7 (2), Bárður Brimvík 5, Halgir Dahl Olesen 4, Rene Dahl Olesen 3 (2), Eyðun Højgaard 3, Olaf Vestergaard 2, Einar Brimnes 1

Brotskøst:

Kyndil 3, H71 4

Útvísingar:

Kyndil 1, H71 5

Dómarar úr Kyndil/H71:

Gunnar Gregoriussen og Petur Dahl