Tað vóru føroyameistararnir tey bæði seinastu árini, sum hittust í høllini á Hálsi sunnudagin. Bara hetta í sjálvum sær átti helst at borga fyri eini ávísari góðsku. Hartil hava dystirnir millum júst Kyndil og StÍF aloftast verið av tí heilt góða slagnum, har undirhaldið hevur fingið høgan prioritet, og har spenningurin um endaliga útfallið ofta hevur staðið við til seinasta bríkslið.
Tóktist javnt
Men soleiðis var ikki sunnudagin. Og so nakað langt ífrá. Kyndil gav nevnliga StÍF ein umgang av slíkum slag, sum strandingar skulu hyggja langt aftur í søgubøkurnar, skulu teir finna nakað, sum líkist hesum.
Fyrstu løtuna var annars ikki so øgiliga nógv, sum bendi tann vegin, at talan skuldi gerast um slíkan stórsigur. Kyndil tóktist kanska vera pettið hvassari fyrstu longu løtuna, men strandingarnir megnaðu alla tíðina at fylgja so hampuliga væl við.
Seinastu løtuna undan steðginum fór munurin tó at økjast. Johan Danielsen bjargaði ferð eftir ferð royndum frá gomlu liðfeløgum sínum, og í hinum endanum fekk Rasmus Magnusson sjáldan gjørt nakað sum helst, tá fríir Kyndils-menn høgdu bóltarnar framvið honum.
Sjáldsamur umgangur
Og eftir steðgin skrædnaði so av álvara. Offensiva StÍF-verjan, sum ofta hevur verið við til at tryggja liðnum nógv kontra-álop, var gatað sundur í allar endar og kantar. Jacob Jónsson tóktist bara sletta bóltarnar har, sum honum lysti, og úrslitið varð tað sama at kalla hvørja ferð.
Eftir lítlari løtu stoð 25-13 á máltalvuni, og so var í øllum førum allur spenningur fokin úr dystinum. Kyndil kundi eisini taka sær av løttum seinastu 20 minuttirnar ella har á leið, men hóast tað nú í nógvan mun tóktist snúgva seg um show fyri teirra viðkomandi, so merkti hetta nærum ikki effektivitetin. At strandingar so eisini fóru heilt niður við høvdinum, var at kalla sjálvsagt, soleiðis sum dysturin leið, og at eitt Kyndils-lið, sum neyvan koyrdi meira enn 60% á ketlarnar skuldi skora sjey mál á rað seinastu løtuna av dystinum sigur helst ein stóran part av søguni í so máta.
Stevna móti oddinum
Lætt ella ikki, so viðførdi sigurin fyri Kyndil, at teir framvegis eru í hølunum á oddaliðnum úr Vestmanna. Og soleiðis sum meistararnir hava spælt teir báðar seinastu dystirnar, so er einki at ivast í, at teir longu nú mugu roknast sum ein av heitastu favorittunum til gullið.
So er spurningurin bara, um teir aftur í ár detta í felluna, har teir fara at tveita stig burtur móti liðum, sum á pappírinum eru veikari. Fyrsti stigamissurin í so máta líktist eitt av hesum tapunum, tá teir máttu lúta fyri KÍF. Komandi sunnudag eru tó ikki ráð til mistøk. Tá vitjar Kyndil í Vestmanna í tí, sum líkist fyrsta veruliga oddabrakinum á árinum.Strandingar skulu tá royna seg á heimavølli móti hoyvíkingum, og so fæst at vita, hvørt talan sunnudagin bara var um ein av hasum døgunum, ella um tíðin hjá StÍF sum topplið í føroyskum manshondbólti fyribils er av.
Fakta um dystin
Kyndil-StÍF 38-20 (16-11)
Málskjúttar
Kyndil: Høgni Klein 10, Josef Abrahamsen 5, Janus Einar Sørensen 5(1), Hans Áki Dal-Christiansen 5, Ragnar Stakksund 4, Rókur A. Nielsen 3, Jakob Jónsson 2, Finnur Hansson 2, Hjalti M. Jacobsen 1, Hans A. Thomsen 1
StÍF: Sveinur Justinussen 8, Artur Johansen 3(2), Leivur Justinussen 2(1), Bárður Danielsen 2, Tróndur Petursson 1, Bent Djurhuus 1, Hávarður Trúgvason 1(1), Borgar Danielsen 1, Andre F. Danielsen 1
Brotskøst: Kyndil 2, StÍF 5
Útvísingar: Kyndil 1, StÍF 2
Dómarar: Kári Hansen & Dánjal Hansen. Tóktust hava trupulleikar við at finna eina greiða linju í dystinum.