Fyri kortum hevði Julian Johansen, venjari hjá Kyndli, tveir lámar høgri bakkar at velja í millum. Nú er nýggj støða íkomin, tí Kjartan Johansen fer til Noreg at spæla, meðan serbiski Milan Zegarac ikki hevur funnið seg til rættis í føroyska umhvørvinum.
Les eisini: Kjartan ávegis til norskt toppfelag
- Milan Zegarac hevur havt tað trupult í Føroyum í hálvannan mánað nú, tí hann ikki tosar enkst. Tað hevur verið trupult at samskifta við hann, og tað sæst aftur á spælinum, sigur Julian Johansen, venjari hjá Kyndli.
Les eisini: Útlendskur spælari til Kyndil
Tað hevur stóran týdning fyri spælið hjá Kyndli hetta kappingarárið, tí liðið er farið frá at hava tveir lámar á høgra bakki, til ongan at hava. Tí verður spæliætlanin løgd um.
- Tað merkir, at vit mugu leggja alt spælið um. Vit hava havt ein láman á høgra bakki seinastu nógvu árini, men so verður ikki í ár. Tað merkir eisini, at vit hava fáar bakspælarar. Hinvegin kunnu vit fegnast um, at vit hava eitt gott lið, har allir spælararnir eru uppaldir í felagnum, sigur Julian Johansen, venjari hjá Kyndli.
Kyndil hevur verið mettur sum ein av favorittunum til FM í ár, men tapti í fyrstu royndini fyri StÍF.