Kyndil-StÍF 30-22 (16-13)
Kyndilsmenn lótu ongan iva vera um, at teir vóru liðið, sum skuldi í FM-finaluna.
Tann spurningin kundu teir sjálvir greiða í dag, og tað varð gjørt uttan nakrar sum helst dikkedarir. Strandingar royndu at hanga í fyri steðgin, og tað gekk so dánt, men tað kostaði nógvar kreftir, at teir oftani spældu í undirtali.
Og hetta gav at bíta eftir steðgin, tá Kyndil veruliga streyk avstað. Seinastu løtuna varð talan um veruligt sorl, og sum so kundi sigurin hjá teimum grønu væl verið størri.
Fyri Kyndil skeyt Ken Zachariassen 9 mál. Leivur Justinussen skoraði 6 av málunum hjá StÍF.