Kyndil misti sigurin

KÍF-Kyndil 25-24 (12-10)

At Kyndils-menn iðraðu seg í dag, er einki at fara skeivur í.

Eftir at teir fyrra hálvleik fyri tað nógva runnu aftaná, so setti Kyndil seg á dystin í Kollafirði, so skjótt sum seinni hálvleikur fór ígongd.

Og fram til seinasta minuttin var tað Kyndil, sum hevði munin. Men teir megnaðu tó ikki at halda fast um leiðsluna, og við teimum báðum seinastu málunum í dystinum kundi KÍF fyrst javna og síðani skora sigursmálið.

Fyri KÍF skoraði Damir Oros 9 mál. Høgni Klein skeyt 8 av málunum hjá Kyndli.