Kyndil misti stevið

Kanska fekk VÍF nakað av luft, nú tær vunu á Kyndli. Men málið um eitt pláss í FM-endaspælinum, tykist kortini verða sera trupult at røkka

Sunset-kappingin

Kanska var tað sonevnda venjara-effektin, sum gjørdi um seg. Í øllum førum slapp VÍF fyri fyrstu ferð í heyst at kenna veruligt viðrák, tá tær vunnu á einum av ovaru liðunum.
Sjálvsálitið hjá Kyndils-kvinnum hevur annars verið í toppi seinastu tíðina. Ikki minst eftir at óvæntaða sigurin á Stjørnuni mest sum vissaði liðnum luttøku í FM-endaspælinum.
Her varð annars roknað við, at útidysturin í Vestmanna skuldi verða tann avgerandi, og at hann ikki bleiv tað, munnu tær grønu bara fegnast um.
Tí sunnudagin eydnaðist nevnliga VÍF at fáa eitt av teimum úrslitum, sum málið alla tíðina hevur verið. Fyrra umfarið gekk sera javnt á, men í løtuni eftir steðgin, megnaði VÍF veruliga at skræða seg leysar. Ikki minst takkað verið einari blanding av góðum málmansspæli og vánaligum Kyndils-skotum.
Munurin kom hesa løtuna upp á fimm mál, og tað megnaðu tær gulu at halda fast um restina av dystinum.
Hóast sigurin, so verur tó framvegis sera trupult hjá VÍF at sleppa við í ovara bólkin, tá kappingin verður býtt í tvey. Skulu tær tað, so er kravið ein sigur, tá liðið vitjar í Vági, og tað líkist eini sera truplari uppgávu. Ikki minst, tá Ioana Rápa um somu tíð fer til Rumenia at ferðast.

Fakta um dystin
VÍF-Kyndil 25-21 (11-11)
Málskjúttar
VÍF: Iona Rápa 9(3), Sóleyg Mikkelsen 5, Fríða Marjunardóttir 4(1), Jacklin Durhuus 2, Linda Johannesen 2
Kyndil: Jórun Ludvík 6(4), Súsanna Petersen 4, Lina Andriulyte 4, Randi S. Wardum 3, Linda Weihe 2, Anja Heinadóttir 1, Eyðrit Andreasen 1(1)
Brotskøst: VÍF 5, Kyndil 5
Útvísingar: VÍF 8, Kyndil 3
Dómarar: Dánjal Samuelsen & Heri Petersen