Kyndil-Neistin 20-18: Dystarendin og samanumtøka (FM1)

(FM1) Hoyr Sjúrð H. Hoydal siga frá dystarendanum, og hoyr Claus Rasmussen taka samanum

Kyndilskvinnur vunnu ein sera týðandi 20-18 sigur á neistakvinnum í dag. Høvdu neistakvinnur vunnið høvdu kyndilskvinnur verið seks stig frá øðrum plássinum. Nú eru fýra stig upp til H71, og um Turið Arge Samuelsen skjótt gerst partur av liðnum kann tað veruliga síggja gott út hjá Kyndli. Kyndil var á odda 10-7 í steðginum.

 

Marianna Eystberg gjørdist toppskjútti hjá Kyndli við átta málum, Bára K. Hansen skoraði seks mál. Sofie Søberg skoraði helvtina av málunum hjá Neistanum. Hon fekk níggju av teimum átjan málunum neistakvinnur fingu í dystinum í dag. Marjun Danberg fekk trý mál í dag.

 

Bestu og mest eyðsýndu leikararnir í dag vóru tó málverjarnir, Jovana Stranjanac hjá Kyndli og Maja Dragoljovic hjá Neistanum. Claus Rasmussen heldur, at tær báðar saman við Sofie Søberg hjá Neistanum vóru størstu profilarnir í dagsins dysti.

 

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr frásøgumannin hjá FM1, Sjúrð H. Hoydal siga frá dystarendanum. Hoyr eisini viðmerkjaran, Claus Rasmussen taka samanum dystin. 

 

HERber til at hoyra samrøðuna Sjúrður H. Hoydal gjørdi við Bárð Johannessen, venjara hjá Kyndli.

 

HER ber til at hoyra samrøðuna Sjúrður H. Hoydal gjørdi við Birgir Hansen, venjara hjá Neistanum.

 

Støðan (hsf.fo)DystirVunnin málTapt málMunurStig
 VÍF82251705513
 H7182131882512
 NEISTIN92071901711
 KYNDIL8175197-228
 STJØRNAN8178194-165
 STÍF9169228-591