Ígjár var seinasti dysturin leiktur í Burn mansdeildini.
Neistin og Kyndil leiktu grannauppgerð í høllini á Hálsi, og endaði dysturin við teprum 24-23 sigri til Kyndil. Í steðginum var støðan javnleikur 12-12.
Tá 39 minuttir vóru farnir hótti Kyndil við at draga frá Neistanum. Tá var støðan 19-15 til Kyndil, men Neistin fekk togað seg uppá javnleik aftur.
Anders Risdal skoraði sigursmálið fyri Kyndil tá 39 sekund vóru eftir at leika.
Neistin-Kyndil 23-24 (12-12) - Endaliga stigatalvan sæst undir dómaraseðilinum hjá HSF:
##med2##
Støðan (hsf.fo) | Dystir | Vunnin mál | Tapt mál | Munur | Stig |
---|---|---|---|---|---|
H71 | 18 | 571 | 434 | 137 | 32 |
KÍF | 18 | 504 | 456 | 48 | 26 |
VÍF | 18 | 507 | 469 | 38 | 20 |
TEAM KLAKSVÍK | 18 | 495 | 524 | -29 | 17 |
STÍF | 18 | 491 | 563 | -72 | 11 |
NEISTIN | 18 | 500 | 531 | -31 | 10 |
KYNDIL | 18 | 421 | 512 | -91 | 10 |