Í kvøld verða tveir hondbóltsdystir leiktir millum bestu liðini hjá Kyndli og StÍF í høllini á Hálsi í Havn.
Klokkan 18 byrjar dysturin í SMS-deildini, og klokkan 20 byrjar dysturin í Okkara-deildini.
Sjúrður H. Hoydal sigur beinleiðis frá báðum dystunum á FM1.
Øll kunnu hoyra dystarfrásagnirnar á www.midlar.fo. Vanligu frekvensirnir hjá FM1 eru FM 88,7, FM 91,7, FM 93,9, FM 95,5 og FM 98,7.
Ljóðsamrøður við umboð fyri Kyndil og StÍF koma út á in.fo í kvøld.