Kyndil tók fyrstu finaluna

Ein jøvn finala koppaði til Kyndil, sum megnaði at steðga VÍF í seinna hálvleiki.

Fyrsta FM-finalan í Hvonndeildini hjá kvinnum varð spæld í stórhøllini á Hálsi í Havn í kvøld, har Kyndil og VÍF dystaðust. VÍF vann grundspælið við 42 stigum, meðan Kyndil var nummar tvey við 37 stigum.


Fyrsta løtan var sum so mangan merkt av tekniskum villum, men síðani kom gongd á málskjótingina í einum samanumtikið jøvnum fyrra hálvleiki, har Kyndil tó eina løtu var á odda við tveimum málum.


Hjá VÍF var Liljan Djurhuus nærum ein einmansherur í álopinum, og við hennara seks málum í fyrra hálvleiki átti hon stóran lut í, at tað stóð á jøvnum 10-10 í hálvleikssteðginum.


Kyndil var støðugara liðið í seinna hálvleiki, og ein kritisk løta uttan hugflog í álopinum kom at kosta VÍF dýrt. Kyndil royndi seg eitt nú við mansverju av Liljuni Djurhuus, og hetta hevði hug at taka broddin av teimum gulu.


VÍF fann ongantíð stevið aftur, og hóast ein dyst við nógvum tekniskum villum, sum fann Kyndil betur vegin til málið og fekk hildið VÍF heilt niðri á seks málum í seinna hálvleiki. Tað endaði við uppibornum 19-16-sigri til Kyndil.


Kyndil hevur nú lagt seg á odda 1-0 í dystum í hesari FM-finalurøðini, har onnur finalan verður spæld í Vestmanna leygardagin kl.16.00. Ein møgulig triðja finala verður spæld sunnudagin – eisini tá í Vestmanna.


Beinleiðis tekstafrásøgnin, sum in.fo hevði frá kvinnufinaluni í kvøld, kann lesast undir hagtølunum niðanfyri:

 

Kyndil – VÍF 19-16 (10-10)


Kyndil: Turið Arge 7, Marianna G. Eystberg 5, Bára K. Hansen 3, Bjarta O. Johansen 2, Súna K. Hansen 1, Anja Eliasen 1


VÍF: Liljan Djurhuus 8, Agnas Olsen 3, Durita C. Jojic 2, Kathe Frederiksen 2, Tóra Seloy 1

 

 

-------

 

Liðugt: Kyndil hevur vunnið fyrstu FM-finaluna 19-16 ímóti VÍF


59min.: 19-16 til Kyndil. Turið Arge í fullari ferð og sendir bóltin upp í málhorið. Hatta var avgerðin.


59min.: Framvegis 18-16 til Kyndil.Kyndil tekur timeout. 56 sekund eru eftir.


58min.: Kyndil skjýtur upp um, og tað sama ger VÍF. Kyndil fer í álop, og nú einans smáir tveir minuttir eru eftir tykist tað at vera ov lítið av tíð hjá VÍF at svara aftur.


56min.: Agnas Olsen skjýtur útifrá, men Maja Draguboljovic bjargar. Síðan roynir Liljan Djurhuus seg, men hon rakar tvørtræið. Kyndil fer í álop.


55min.: 18-16 til Kyndil. Kathe Frederiksen var hon, sum aftur vísti VÍF vegin til málið.


55min.: Ein ørgrynna av tekniskum villum.Møðin spælir óivað inn. VÍF tekur timeout.


53min.: Kyndil rakar stongina, og í hinum endanum bjargar Maja Draguboljovic. Nú er langt ímillum málini.


52min.: Kyndilsliðið er nú aftur fullmannað.


52min.: Heidi Maria Akselsen roynir seg av vonginum, men lobbar bóltin við síðuna av. Nú skal VÍF skjótt finna málið aftur, um Kyndil ikki skal fara avstað við hesari fyrstu finaluni.


51min.: Turið Arge fær tveir minuttir, og nú er VÍF í yvirtali. Durita C. Jojic sleppur upp í góðari støðu, men skotið fer við síðuna av.


49min.: VÍF-álopið er uttan hugflog í løtuni, og venjarin, Ingi Olsen, tekur timeout.


47min.: 18-15 til Kyndil. Turið Arge verður spæld leys á vonginum, og nú eru á fyrsta sinni trý mál á muni.


46min.: 17-15 til Kyndil. Agnas Olsen fær tveir minuttir. VÍF tekur málverjan út, men missur bóltin og Turið Arge kastar bóltin í eitt tómt mál.


45min.: 16-15 til Kyndil. Bjarta O. Johansen skorar av strikuni, men Liljan Djurhuus varar aftur við brotskasti. Liljan hevur skotið átta mál og er toppskjútti í dystinum higartil.


43min.: Liljan Djurhuus verður mansvard, og tað skapar órógv í VÍF eina løtu, men VÍF svarar aftur við at taka málverjan út og spæla við einari í yvirtali.


42min.: 15-14 til Kyndil. Eitt brádligt undirhondsskot frá Báru K. Hansen snýtir VÍF-málverjan, og so er Kyndil aftur á odda við einum.


40min.: 14-14. Bjarta O. Johansen leggur Kyndil á odda, men Durita C. Jojic javnar aftur fyri VÍF.


39min.: 13-13. Tóra Seloy javnar fyri VÍF.


39min.: 13-12 til Kyndil. Marianna G. Eystberg brýtur ígjøgnum og skorar úr spískum.


38min.: Tað er ikki vakurt í løtuni. Leikferðin hevur verið høg, og nærum somu leikararnir, ið hava spælt allan dystin, tykjast troyttir.


36min.: 12-12. Kyndil fær aftur brotskast. Hesaferð sleppur Marianna G. Eystberg at royna seg, og hon skorar.


34min.: 12-11 til VÍF. Liljan Djurhuus leggur VÍF á odda 12-11 við brotskasti. Kyndil fær eisini brotskast, men Kristina Griksaite bjargar royndini hjá Súnu K. Hansen.


33min.: 11-11. Anja Eliasen javnar fyri Kyndil av høgra vongi.


32min: Agnas Olsen skjýtur fyrsta málið í seinna hálvleiki og leggur VÍF á odda 11-10.


Hálvleikur: Tað stendur á jøvnum 10-10.


29min.: 10-10. Liljan Djurhuus er serstakliga væl uppløgd, og nú støkkur eitt skot útifrá hjá henni í gólvið og upp undir nettakið. Hon hevur skotið seks mál higartil.


27min.: 10-9 til Kyndil. Turið Arge leggur Kyndil á odda aftur við tveimum, men Agnas Olsen minkar um munin í yvirtalinum.


25min.: Fyrsta útvísingin er komin, og tað er verjuskansin hjá Kyndli, Bjarta O. Johansen, sum fær hana fyri eitt skump.


24min.: 9-8 til Kyndil. Liljan Djurhuus minkar um munin fyri vestmannakvinnur.


23min.: 9-7 til Kyndil. Marianna G. Eystberg skorar aftur, og nú eru á fyrsta sinni tvey mál á muni.


21min.: 8-7 til Kyndil.Marianna G. Eystberg leggur heimaliðið á odda aftur.


20min.: 7-7. Durita C. Jojic stemplar inn fyri VÍF.


19min.: 7-6 til Kyndil. Bára K. Hansen útifrá.


18min.: 6-6. Turið Arge í eyðkendum stíli umvegis mótálop. Liljan Djurhuus brýtur ígjøgnum og svarar aftur. Hvørki av liðunum sleppur at renna undan.


16min.: Maja Draguboljovic í Kyndil-málinum bjargar einum brotskasti. Kyndil tekur fyrsta timeout í dystinum.


14min.: Marianna G. Eystberg fær mál umvegis brotskast, og í hinum endanum fangar Kathe Frederiksen ein retur og javnar til 5-5.


13min.: Kristina Griksaite í VÍF-málinum hevur havt tríggjar góðar bjargingar higartil.


12min.: 4-4. Ein væl uppløgd Liljan Djurhuus hevur longu skotið trý mál. Súna K. Hansen brýtur ígjøgnum í hinum endanum og javnar til 4-4. Nú er glið komið á málskjótingina.


11min.: 3-3. Agnas Olsen er komin á máltalvuna fyri VÍF.


10min.: 3-2 til Kyndil. Bára K. Hansen hevur javnað til 2-2, og síðani varð Turið Arge spæld leys á vonginum. Har svíkur hon ikki.


5min.: Fleiri tekniskar villur. Liljan Djurhuus leggur VÍF á odda 2-1.


2min.: Marianna G. Eystberg leggur Kyndil á odda 1-0, og í hinum endanum javnar Liljan Djurhuus til 1-1. So eru stórskjúttarnir longu í gongd!