Kyndil er steypavinnari hjá kvinnum.
Kyndil vann 31-24 á VÍF í finaluni í Faxe Kondi kappingini, ið má sigast at verða ein óvæntaður stórur sigur í mun til gongdina og stigatalvuna í SMS-deildini og steypakappingini higartil.
Turið Arge Samuelsen, Marianna Geirsdóttir Eystberg og Bára Krossteig Hansen gjørdist toppskjúttar hjá Kyndli við seks málum. Durita C. Jojic gjørdist toppskjútti hjá VÍF við níggju málum.
Kyndil legði lunnar undir sigurin við einari 17-9 leiðslu í steðginum. Fyrstu 20 minuttirnar av seinnu hálvleiki var VÍF væl við. Vestmannakvinnur minkaðu munin til 16-19, men so dróg Kyndil frá aftur, og hálaði sigurin heim.
TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr ein samandrátt frá finaluni uppá 15 minuttir. Tróndur Arge segði frá, og Marjun F. Danberg var viðmerkjari til dystarfrásøgnina.
Talan er bert um hæddarpunkt frá tí aktiva dystinum. HERber til at hoyra ein samandrátt av seinkingunum og avbrotunum, ið vóru undan dystarbyrjanini og í byrjanini av dystinum.
HERber til at hoyra samrøðurnar Sjúrður H. Hoydal gjørdi við venjara og spælarar hjá Kyndli. Hoyr eisini Trónd Arge og Marjuna F. Danberg taka samanum dystin.