Kyndil vann grannauppgerðina

Kyndilskvinnur vunnu grannauppgerðina móti Neistakvinnum 25-22, eftir at Neistin førdi við tveimum málum í hálvleikinum 10-8.

 

Tað var Kyndil, ið kom væl frá byrjan, og aftan á sjey minuttir vóru tær á odda við fýra málum 5-1. Men unga Neistaliðið kempaði seg inn aftur í dystin. Tá fyrri hálvleikur var hálvrunnin, stóð púra javnt 7-7. Tað var javnt í fleiri minuttir. Ikki fyrr enn í 21. minuttti legði Nuunu Marie Lukassen Neistan á odda 8-7. Neistin fór til hálvleiks við eini 2 málsleiðslu 10-8.

Í seinna hálvleiki leikaði javnt á, men fyrstu løtuna hevði Neistin leiðsluna. Men spakuliga komu Kyndilskvinnur framum. Kyndil vann dystin 25-22

Málskjúttar Kyndil:

Turið Arge Samuelsen 8, Bára Krossteig Hansen 6, Nadja Pejovic 5, Inga Maria Roysdóttir 3, Bjørt Krossteig 2

 

Málskjúttar Neistin:

Bjørk Franksdóttir Joensen 5, Nuunu Marie Lukassen 4, Sára Sigrunardóttir Mikkelsen 4, Marjun Falkvard Danberg 3, Maria Pálsdóttir Nólsoy 3, Frida Holm Jacobsen 2, Silja Olivia Heðinsdóttir 1

 

##med2##