Kyndil vil røkka hálvfinalunum

- Vit skulu enda millum fýra tey fremstu liðini, sigur Rógvi Dal Christiansen

Kappingarleisturin er broyttur, so talan verður um endaspæl, og Kyndil hevur fingið nýggjan venjara í Martin Lellek.

 

- Nú kappingin er broytt er málið uttan iva, at vit skulu enda millum fýra tey fremstu liðini í landskappingini og harvið vinna okkum í hálvfinalurnar. Tað hevði so heldur ikki gjørt tað verri, um vit megnaðu at varðveita heitið sum steypavinnarar, sigur Rógvi Dal Christiansen við HSF.fo.

 

Liðskiparin í Kyndli sigur, at nýggi venjarin leggur stóran dent á persónliga menning, og at Kyndil skal fáa ein góða byrjan, so liðið ikki skal renna aftaná. Hartil so væntar hann, at H71 og Neistin verða tey stinnastu.

 

- Eg vænti, at H71 og Neistin verða stinnastu liðini aftur í ár við síni breidd og fysikki, men kappingin verður meira spennandi við nýggja kappingarleistinum, tí øll liðini fara í minsta lagi eftir fjórðaplássinum í grundspælinum, sigur Rógvi Dal Christiansen.

 

Les meiri á hsf.fo. Fyrsti dystur hjá Kyndli er ímóti Team Klaksvík í høllini á Hálsi í Havn sunnudagin klokkan 16.00.