Fyrrverandi løgtingsformaðurin stendur í gongini og bjóðar fólki vælkomnum. Lagið á farandi løgtingsformanni er gott. Hann er hægsti maður eina lítla løtu afturat, og tað vil hann sleppa at njóta. Hann kennir sítt pláss og veit, at um eina lítla løtu er hetta farið, og hansara pallur flytur til Keypmannahavn.
Verri er hjá tingmonnunum úr hinum flokkunum. Á miðjari nátt eru samráðingarnar millum Javnaðarflokkin, Tjóveldi og Miðflokkin steðgaðar. Miðflokkurin, sum alla vikuna hevur fegnast um góða samstarvið og frálíka skjalið, hevur nú sett føtur í spenni. Ikki talingur um at hava fleiri enn seks landsstýrisfólk í alt. Og panikkurin lýsur úr javnaðarfólki, meðan fólkafloksmenn ganga við einum skeivum smíli. Klokkan er 10, og tingið skal setast
- Er samgongan slitnað, spyr smædna blaðkvinnan háttvirda løgmann, sum hann illbrýntur kemur inn í tingið.
- Eg sigi ikki eitt orð, fyrr enn eg taki orðið á Løgtingsins røðarapálli. Hann sær alt annað enn glaður út, men tað ger hann sjálvdan, so ikki er lætt at at avlesa hann.
Ungi maðurin undir lið hansara er harafturímóti lættur at tulka. John Johannesen sær út sum eitt ódnarveður, og greitt er, at alt ruggar ikki rætt.
Formaðurin í Fólkaflokkinum filmar til ein síðumannin.
- John sigur, at Tjóveldi hevur ongantíð verið heilhjartað, sigur hann flennandi.
Karsten smílist eisini.
- Hetta snýr seg um forfeingiligheit, tað er eingin grund til at hava ov nógvar landsstýrismenn, svarar nýggi tingmaðurin hjá Miðflokkinum, tá ið blaðkvinnan spyr, hvat hendir.
Tingið verður sett, aldursforsetin fær nakrar forvirraðir minuttir í sólini og lýsir síðani hálvan tíma stegð, tí atkvøðuúrslitið skal kannast og samtykjast.
Javnaðarmenninir trampa út og kvinnurnar ganga svinnar aftaná. Í valstríðnum eftirlýstu politikarar spennandi valfundum, har sveittin rann niður eftir vegginum og miðlafólk ikki stýrdu øllum. Hesir politikarar mugu stórtrívast í lítla tinghúsinum hendan kyndilsmessumorgun. Spenningurin og óvissan eru so stór, at fjølmiðlafólk ganga ørkymla runt, og sveittin burdi í øllum førum dryppað úr loftinum.
- Miðflokkurin fer at peika á okkum, sigur ein fegin fólkafloksmaður, sum hann skundar sær framvið blaðkvinnuni inn í matstovuna. Stegðurin skal brúkast til at telva víðari. Hvar Tjóveldi er í allari hesari telving er ógreitt.
Ein hálvur tími gongur, og so koma politikararnir trampandi útaftur. Men nú er javnvágin koppað. Fremstir koma fólkafloksmenn, og teir síggja líka grummir út, sum John gjørdi lítla løtu áðrenn.
- Jenis bakkaði, fýsir ein av teimum. The winner takes it all, og Jørgen sær út sum ein næstan-vinnari.
Sjálvstýrissamgongan hevur alla tíðina ligið og spøkt yvir CHE-samráðingunum, men nú hevur Jenis eftir øllum at døma manað tann ónda andan í jørðina. Brostnu vónirnar eru eyðsýndar í andlitunum á fólkafloksfólki.
Síðani kemur kyndilsmessuskrúgongan. John smílir sum ein sól, og sjálvt Høgni sær væl nøgdur út. Miðflokkurin hevur í seinastu løtu góðtikið eitt stórt landsstýrið, og telvarin mikli sær út til at vera nøgdur við úrtøkuna.
- Vit hava fingið lovað tveir nevndarformanssessir, so vit eru væl nøgdir, sigur hann glaður við sjónvarpið.
Løgmaður sjálvur er líka trupul at lesa, sum hann var fyrr um morgunin, men seinni um dagin játtar hann, at nógv stóð á.
- Um eg nakrantíð komi til at skriva endurminningar, so fer hesin dagurin at fylla eitt sindur, tí hann hevði alt, bæði løtur, tá ið tað gekk heilt illa og ein góðan enda, segði hann í samrøðu við Rás2.