Kyndlakvinnurnar hava funnið stevið aftur

Hondbóltur: Kyndlakvinnur vunnu stórsigur móti GÍ/NSÍ á Kambsdali mikukvøldið, og føroyameistararnir hava nú aftur blandað seg upp í oddastríðið

Tað sær út til, at Kyndlakvinnur hava funnið stevið aftur eftir heldur óvæntaðu byrjanina, har tær taptu móti Stjørnuni í Havn. Síðani tá hava tær vunnið í Vági og nú eisini á Kambsdali. Vert er tó at hava í huga, at føroyameistararnir frá í fjør framvegis ikki hava spælt móti Neistanum, VÍF og StÍF.

Dysturin millum GÍ/NSÍ og Kyndil skuldi spælast sunnudagin, men varð útsettur eftir áheitan frá Kyndli, sum var í Vági og spældi fríggjakvøldið. Mikukvøldið varð dysturin so avgreiddur, og burtursæð frá fyrsta korterinum, tá liðini fylgdust, var Kyndil betra liðið og vann at enda so trygt sum 23-12.

At eitt lið bert loyvir mótstøðuliðnum at skora tólv ferðir í einum dysti, bendir á, at verjuspælið hevur riggað væl, og tað gjørdi tað eisini hjá Kyndli mikukvøldið. Kyndil hevur í ár tveir frálíkar málverjar í Maritu Hermansen og Honnu Rubeksen, og tær spældu báðar væl á Kambsdali í fyrrakvøldið. Verjan spældi eisini væl, og eitt nú hevði Kyndlaliðið sera gott tak á Beintu Joensen, sum vanliga fer frá høgravonginum inn móti miðjuni.

Heimaliðið ansaði væl eftir Lotte Sørensen, men hon skeyt seks mál, og tað sama gjørdi liðskiparin Jórun Ludvig, sum fekk fleiri upp á kontraálop. Beinta Sørensen og Herborg Joensen, sum spældi á vonginum, fingu fýra mál í part og spældu báðar ein góðan dyst, meðan Ann Hansen, sum skeyt nógv mál seinasta kappingarár, ikki hevur verið so nógv frammi í ár og bert skeyt eitt mál mikukvøldið.

GÍ/NSÍ vísti góðar taktir móti Neistanum herfyri, tá tær taptu við bert einum máli, men mikukvøldið var ikki nógv at gera hjá teimum. Tað er longu nú nógv sum bendir á, at tað verða GÍ/NSÍ og VB, sum fara at togast í botninum, eins og tey gjørdu seinasta kappingarár. Tá var Stjørnan eisini við í botnstríðnum, og eftir sigurin á Kyndli hevur klaksvíksliðið tapt tvær ferðir á rað ? móti StÍF og VÍF ? so tær skulu eisini til at taka annað skinn um bak, um tær ikki skulu liggja í skeiva endanum eisini í ár.

Kyndil hevur eina torføra dystarskrá komandi dagarnar: Heima móti VÍF sunnudagin, heima móti Neistanum annan sunnudag og úti móti StÍF mikudagin 18. november. Hesir dystirnir fara ivaleyst at vísa, um kyndlaliðið í ár er eins sterkt og tað, sum vann FM í fjør.

GÍ/NSÍ fær sunnudagin vitjan av VB áðrenn tveir torførar útidystir móti ávikavist Stjørnuni og VÍF, og taparin av tí dystinum verður hangandi eftir í botninum sum einasta liðið, sum enn ikki hevur fingið stig.


Sophus: Dómararnir mugu skúlast betur

Venjarin hjá Kyndli, Sophus Dahl Christiansen, heldur, at tað fyrst og fremst var verjan og málverjarnir, sum stóðu væl hjá Kyndli, og at tað var grundarlagið fyri sigrinum mikukvøldið.

Hann sigur, at tað til tíðir í dystinum gekk nokkso hart fyri seg, og at dómararnir loyvdu í so nógv.

? Eg haldi, at ein treyt til teir, sum døma, má vera, at teir taka tey neyðugu skeiðini, og at dómararnir sum heild mugu skúlast eitt sindur betur, sigur Sophus Dal Christiansen.

? Við hesum meini eg ikki júst teir, sum dømdu dystin millum okkum og GÍ/NSÍ mikukvøldið, men dómarar sum heild. Dømingin er blivin betri í seinastuni, eingin ivi um tað, og tað er ikki so tilvildarligt meir, hvør dømir, men um vit vilja hava hondbóltin upp á eitt hægri støði, er neyðugt, at vit fáa dómararnar við upp har, sigur Kyndlavenjarin.

Hann vísir á sum dømi, at liðið hjá GÍ og nú eisini NSÍ er kent fyri at hava stórar og sterkar spælarar, ið brúka fysikkin nógv í spælinum, og at tað eisini ávirkar liðini, GÍ/NSÍ spælir ímóti, sum spenna vøddarnar afturímóti. Ein tílíkur dystur var tað í løtum mikukvøldið, men merkisvert er, at bert tríggjar ávaringar vórðu givnar í dystinum, og at eingin útvísing var.

? Dómararnir døma ov ymiskt. Har er torført at síggja nakra linju, og tað ger tað trupult hjá spælarunum, sigur Sophus Dahl Christiansen.


GÍ/NSÍ-Kyndil 12-23 (5-9)

GÍ/NSÍ: Sunrið Gleðisheygg 3, Kristine Ellingsgaard 2, Sonja Gleðisheygg 2, Annika Jacobsen 2, Beinta Joensen 2 (2), Mona Langgaard 1.

Kyndil: Jórun Ludvig 6, Lotte Sørensen 6 (1), Herborg Joensen 4, Beinta Sørensen 4, Ann Hansen 1, Rúna Hansen 1, Conny Poulsen 1.

Útvísingar: GÍ/NSÍ 0, Kyndil 0.