Nú skal revsilógin broytast, soleiðis at kynslig brotsverk skulu revsast harðari enn tey eru nú Og í hesum sambandi skulu eisini kynslig brotsverk ímóti børnum revsast harðari.
Aksel V. Johannesen, løgmaður, hevur lagt málið fyri landsstýrið, og hevur fingið undirtøku fyri at arbeiða við málinum.
Sostatt er umsitingin í Tinganesi nú farin undir at útgreina, tær broytingar, sum skulu gerast í revsilógini, og endamálið er so at leggja uppskotið fyri Løgtingið eftir ólavsøku.
Í sambandi við kynslig brotsverk ímóti børnum, hevur tað undrað nógv, at revsingin fyri kynsligan ágang ímóti ættleiddum børnum er nógv linari enn hon er fyri at gera seg inn á eins egnu kynbørn.
- Tað er stoytandi fyri rættarkensluna, heldur samgongan.
Tí skal tað revsast líka hart at gera seg inn á ættleidd børn, sum tað verður revsað at gera seg inn á eins egnu kynbørn
Samstundis skal samlega við eitt barn undir 12 ár, altíð revsast sum neyðtøka, sama hvat barnið skal eitast hava gingið við til.
Ein spurningur, sum hevur elvt til nógv kjak, er fyrningarfreistin í samband við kynsligan ágang ímóti børnum.
Sum støðan er nú, er fyrningarfreistin 10 ár eftir at barnið er fylt 18 ár. Tað merkir, at seinasta møguleiki hjá fólki at boða frá, at tey hava verið fyri kynsligum ágangi tey hava verið fyri sum børn, er at gera tað, áðrenn tey fylla 28 ár. Men í serliga grovum førum kunnu tey melda, áðrenn tey fylla 33.
Nógvir politikarar, og nógv fakfólk hava funnist hvassliga at hesum, og tí tey eru sannførd um, at fyrningarfreistin skal heilt takast av. Tey føra fram, at ofta er tað ikki fyrrenn fólk eru eldri, at tey koma so mikið fyri seg eftir at hava verið fyri kynsligum ágangi sum barn, at tey eru før fyri at melda tað.
Hinvegin hava løgfrøðingar ført fram, at tað kann vera brot á rættartrygdina at avtaka fyrningarfreistina heilt, tí eisini brotsfólk hava eina rættartrygd, sum skal virðast.
Hugburðurin er, at jú eldri eitt mál er, jú størri er vandin fyri at taka skeivar avgerðir. Og tað er serliga galdandi, har tað ikki eru onnur týðandi prógv enn vitnisfrágreiðingin frá tí, sum hevur verið fyri ágangi.
Og tað er nettupp hetta, sum oftast støðan í eldri málum um kynsligan ágang ímóti børnum.
Eftir ætlanini, sum nú fyriliggur, er ætlanin ikki at avtaka fyrningarfreistina. Hinvegin er ætlanin at leingja hana, so at hon ongantíð fellur burtur, fyrrenn tann, sum hevur verið fyri kynsligum ágangi sum barn, fyllir 33 ár.
Men nú verður hendan longda fyrningarfreistin eisini galdandi fyri blúnisbrot ímóti børnum undir 15 ár.
Ein onnur broyting, sum ætlanin er at gera í revsilógini, er, at fólk, sum er dømd fyri kynsligan ágang ímóti børnum, kunnu fáa forboð fyri at seta seg í samband seg við børn, tey ikki kenna, á internetinum.