Mikukvøldið, tað er 5. februar klokkan 20.00, verður almennur fyrilestur í Vesturkirkjuni um kynsligan ágang.
Áherðsla verður løgd á ábyrgdina, sum fólk og leiðarar innan kirkjur, samkomur og kristiligar felagsskapir hava hesum viðvíkjandi, sigur kirkuráðið
|
Hon hevur hildið fyrilestrar og skrivað bøkur um evnið, og kennur hon á egnum kroppi, hvat hon tosar um - hvat misbrúk ger við menniskju, og hvussu vit koma úr tí og koma víðari við lívinum.
Serøkið hjá Karen er tað árin, sum kynsligur ágangur hevur á menniskju – serliga seinárin sum at skera seg og skaðar á persónsmenskuna.
Bøkurnar, Karen Dyhr hevur skrivað – Glaspigen og Bag om Borderline, verða nýttar í starvsfólka-undirvísing innan heilsuverkið og sálarviðgerð í Danmark.
Føroyski terapeuturin, Hilda Viderø, sum hevur boðið Karen Dyhr til Føroya, kemur eisini at siga nakað um ábyrgdina, sum kirkjur, samkomur og kristiligir felagsskapir hava í samband við kynsligan ágang á børn, ung og vaksin.
Hilda hevur vitan og royndir á økinum bæði úti og heima, og kann hon upplýsa um tilboð og viðgerðir sum menniskju, rakt av kynsligum misbrúki, hava í landi okkara.
- Vit eru kallað at vera næsti hvør hjá øðrum, og hava vit tí øll ábyrgd, har vit eru sett – timiliga sum andaliga - í familjuni ella har vit arbeiða og nýta okkara frítíð, sigur kirkjuráðið í Vesturkirkjuni.