Kyoto tvífaldar ferðafólkaskattin

Japanski býurin Kyoto fer at hækka ferðafólkaskattin, eftir at fleiri íbúgvar hava kært um ov nógv ferðafólk í fyrrverandi høvuðsstaðnum.

Ferðafólk síggjast á eini gøtu í Kyoto mánadagin. - Mynd: Paul Miller/Ritzau Scanpix

Ferðafólkaskatturin á hotellnátt verður tvífaldaður, so tað í framtíðini fer at kosta 1000 yen, svarandi til 46,60 krónur eyka fyri náttina.

Fyri enn dýrari hotell kunnu ferðafólk og onnur vitjandi gleða seg til ein skatt uppá 10.000 yen, sum svarar til 466 krónur um náttina.

Kyoto er serliga kendur fyri síni buddistisku tempul, og fólk á staðnum hava klagað um óhøvisk ferðafólk, sum uppføra seg sum paparazzi, tá tey taka myndir av geisjum.

Tað eru eisini borgarar, sum gremja seg um, at ferðafólk blaka rusk burtur og skapa ferðsluruðuleika.

 

Ritzau/AFP

 

Ferðafólk síggjast á eini gøtu í Kyoto mánadagin. - Mynd: Paul Miller/Ritzau Scanpix