LÍF syfti grannunum

Vónin hjá ÍF um skjóta uppflyting fekk eitt skot fyri bógvin í Leirvík seinnapartin. Heimaliðið vann tøttu grannauppgerðina 1-0.

Málið skoraði miðvallarin Sølvi Vatnhamar, tá ið 2. hálvleikur var fimm minuttir gamal.

LÍF liðformaðurin Magnus Skoralíð sendi fríspark úr høgru í brotsteigin. ÍF málverjin hálvbjargaði, og Sølvi Vatnhamar var fyrstur á returbóltinum.

Talan var ikki um nógvar upplagdar málmøguleikar. Leirvíkingar vóru grammari, og teir høvdu yvirvág, hóast talan ikki altíð var um polerað fótbóltsspæl.

Fimm ferðir hevði Lars Müller gula kortið á lofti í grannauppgerð, sum ikki á nakran hátt var ógvuslig.