Íløgan má gjaldast

Við einari privatisering av farleiðum noyðist landið helst at rinda privatum avtakarum somikið av peningi, at hetta verður nóg mikið til rentur og avskrivingar

 

Privatisering

Útvarp Føroya visti mánakvøldið at siga, at tað verða hampuliga stór krøv sett til ferjuna, sum framyvir skal reka Skálafjarðaleiðina, tá hendan verður privatiserað.

Í útbjóðingartilfarinum verður nevnt, at talan skal verða um eina ferju, sum skal taka umleið 100 ferðafólk, skal sigla eini 20 míl og at hon harafturat ikki skal vera eldri enn frá 1990.


Helst ein tvíkilja

Alt hetta eru sjálvandi krøv, sum skulu tryggja eina so lætta og tryggja avgreiðslu av farleiðini sum gjørligt, men hetta fer helst eisini at merkja, at privatu avtakararnir av rutuni helst mugu fáa eitt munagott ískoyti til at reka farleiðina.

Sum er vísur roknskapurin hjá Strandferðsluni, at raksturin av Skálafjarðarleiðini gevur eitt hall upp á 3 mió.kr., og tá eru rentur og avdráttir ikki íroknaði. Hetta verður sjálvandi neyðugt, um eitt privat felag skal taka sær av leiðini.

Føroyskir skipsmeklarar, sum Sosialurin hevur verið í sambandi við, meta leysliga, at íløgan í eitt slíkt skip helst fer at liggja um einar 10-12 mió.kr. Tá verður roknað við, at talan verður um eina tvíkilju, og verður sagt, at útboðið av hesum slagi av ferjum hevur verið hampuliga stórt seinastu tíðina.

Sagt verður annars, at ein slík ferja helst kann fíggjast yvir eini 10 ár, og fer hetta uttan iva eisini at merkja tey tilboð, sum Strandferðslan fer at fáa um privatisering.

Verða avskrivingar ásettar í samsavar við áramálið, sum ferjan verður fíggja yvir, fer hetta saman við rentuútreiðslum at merkja eina útreiðslu hjá avtakaranum upp í uml. 1,5 mió.kr. um árið yvir eitt 10 ára skeið.


Nakað fyri nakað

Akkurát hvussu stórt hallið verður í eini privatisering, er sjálvandi ilt at gita um. Sum nevnt gevur farleiðin í dag eitt árligt hall upp á 3 mió.kr., og saman við rentum og avskrivingum kann so helst roknast við, at landið í minsta lagi noyðist at rinda 4 mió.kr. um árið til ein møguligan privatan avtakara, ella 1 mió.kr. meira, enn farleiðin kostar í løtuni.

Hetta merkir tó ikki tað sama sum, at ein privatisering verður ein dýrari loysn fyri landið. Tað er jú soleiðis, at Strandferðslan við hesum sleppur undan at gera íløgur í nakað skip til hesa farleið, og harafturat kann hugsast, at nakað eisini kann sparast í umsitingini við einari privatisering.