Óvanliga góða veðrið og so tað forkunnuga í at hølini í næstum verða latin upp fyri almenninginum sum vertshús og matarstað vóru ein orsøk til, at eini 300 fólk høvdu leitað sær í húsini hjá Dia á Vertshúsinum, sum tey altíð hava verið rópt. Har vóru fiskafólk, oljufólk og vinir og kenningar hjá føðingardagsbarninum og gomlu havnarfyritøkuni. Sum eitt frískligt innslag í góðveðrinum spældi húsorkestrið hjá Restorffs, Orangutang Brothers.
Sosialurin skilur, at ætlanin er at lata upp nýggja vertshúsið og matarstøðið tíðliga næsta ár, men at har longu í vetur verða tiltøk. Eitt nú er ætlanin at leiga út miðhæddina til veitslur og samkomur so sum firmadøgurðar og jólaborðhald. Ætlanin er at innrætta pubb í kjallaranum og skonkistovu í miðhæddini og eisini at hava umstøður til at fáa okkurt til matna.