Umboð fyri dómararnir fara at kunngera tey 10 nøvnini, og avdúkingin verður á pallinum á spæliplássinum á G! Festivalinum fríggjakvøldið kl. 21.00. Áhoyrarar fáa høvi at hoyra stuttar brellbitar av teimum 10 nýggju Amnesty-løgunum, sigur Amnesty í tíðindaskrivi.
Amnesty og BankNordik hava í dag skrivað undir samstarvsavtalu um fløguútgávuna, sum Amnesty International gevur út saman við Tutl seinni í ár:
“BankNordik fegnast um at vera við til at stuðla hesi fløguútgávuni, sum varpar ljós á frælsi og javnrættindi”, sigur Tór Verland Johansen, marknaðarleiðari, í BankNordik.
Jacoba Kruse, aðalskrivarin í Føroya deild, vísir á, at í samband við eina tílíka fløguútgávu er neyðugt við stuðli uttanífrá, og tískil gleðist hon um hesa samstarvsavtalu.
41 løg kappaðust
Tað vórðu tilsamans 41 løg send inn til sangskrivarakappingina. Talan hevur verið um fjølbroyttar sangir og sangskrivarar, og sambært teimum fimm fólkunum í dómsnevndini hevur tónlistarliga støðið verið høgt. Einasta kravið til kappingina var, at sangurin skuldi taka støði í arbeiðssetninginum: “Vit eru øll fødd fræls og javnlík. Verða vit øll viðfarin á sama hátt?”, sigur Amnesty.
“Vit eru sera nøgd og takksom fyri undirtøkuna millum føroyingar, og vit gleða okkum nú til at kunngera tey útvaldu og bjóða hesum í studio Bloch í august 2011”, sigur Jacoba Kruse, aðalskrivari hjá Føroya deild.
Fløgan kemur út seinni í ár, og stór útgávukonsert verður í Norðurlandahúsinum tann 10. desember 2011.
Amnesty International gav í 1991 út eina fløgu við sangum, sum síðani eru vorðnir fólkaogn.