Ólóglig ránsveiða eftir kongafiski í Irmingarhavinum

Skiparin á Ennibergi, Sonny Johannesen, er rættiliga vónsvikin av, at føroysku myndugleikarnir ikki taka stig til at steðga ólógligu veiðini í Irmingarhavinum. Hann heldur, at tað, sum londini eiga at gera beinanvegin, er at steðga øllum veitingum til hesi skip, sum ongan "identitet" hava.  Tað minsta, sum veitarar mugu krevja, er at fáa at vita, hvørji hesi skip eru, og hvør stendur aftanfyr tey, sigur Sonny Johannesen

Ólóglig veiða

Sonny Johannesen er skipari á Ennibergi. Teir eru í løtuni í Irmingarhavinum á kongafiskaveiði. Tað eru stívliga 14 dagar, síðan teir fóru úr Føroyum. Í byrjanini var fiskiskapurin heldur smáligur, men seinastu dagarnar hevur meira verið at sæð. Hitin í sjónum er eisini vorðin meira støðugur.
Vertíðin til kongafisk í Irmingarhavinum er í mai og juni, og serliga plagar juni mánaði at hildnast væl hjá skipunum.
Ein hópur av skipum royna í Irmingarhavinum, og tey fyrstu byrjaðu har vesturi longu fyrst í apríl.
- Vit plaga at gera tveir túrar har vesturi; ein í NEAFC-øki sunnanfyri Íslandi og ein í NAFO-øki, sum er syðri og vestari  ella umleið suður úr Kappanum í Grønlandi.
Umborð á Ennibergi verður kongafiskurin skráskorin og frystur, og prísirnir eru rímiliga góðir.
Sonny Johannesen sigur, at eini 60-70 skip royna eftir kongafiski á hesum leiðum í løtuni.
- Fiskurin stendur beint eftir íslendska fiskimarkinum. Íslendingar, sum royna innanfyri, royna so nær markinum sum tilber og skipini, sum royna uttanfyri, royna at koma so nær markinum sum tilber, sigur hann.

Rein ránsveiða
Skiparin á Ennibergi heldur, at kongafiskurin verður ógvuliga hart troyttur í vertíðini, og hann fýlist harðliga á, at rættilig ránsveiða fer fram á hesum leiðum í løtuni.
Í gjár sendi Sonny Johannesen okkum tvær myndir av sama skipi, sum vísa, at ólóglig veiða fer fram eftir kongafiski í Irmingarhavinum.
Á skipinum síggjast eingi frámerki, einki skrásetingarnummar og eingir altjóða kallibókstavir á síðuni, ei heldur heimstaður ella flagg, sum sigur, hvaðani hesi skip eru.
- Hetta er eitt av teimum mongu skipum, sum í hesum døgum dríva ólógliga ránsveiði eftir kongafiski í altjóða sjógvi.
Sonny Johannesen sigur, at hetta eru skip, sum als ongan "identitet" hava, og tað er ólógligt sambært NEAFC og NAFO-reglunum um altjóða havøki.
Hann heldur seg vita, at hetta í flestu førum eru russisk skip, sum áður hava verið á hesum leiðum undir skipaðum viðurskiftum.
- Nú hava teir bara tikið og málað alt burtur og sett eitt tilvildarligt navn á brúgvatakið við smáum stavum.
Hann sigur, at skipið, sum vit prenta mynd av í dag, kallast Dolphin, men hetta sæst ikki á myndini.
- Hvaðani skipið er, og hvør skrásetingin er, sæst ongastaðni, men vit, sum hava sæð hesi skipini, vita um nøvnini, tey hava havt áður, leggur hann aftrat.

Vit sektaðir
Sonny Johannesen sigur, at øll veiðan, sum skrásettu skipini fiska, verður givin upp.
- Vit hava eina kvotu at halda okkum til, og tá ið hon er uppi, noyðast vit at gevast at fiska. Hinvegin halda skipini, sum fiska ólógliga, fram at fiska og leggja líka í kvotur og fiskastovn. Eg stúri fyri, at hetta fer at gera enda á kongafiskastovninum í Irmingarhavinum.
Skiparin á Ennibergi heldur, at myndugleikarnir í londunum, sum umsita fiskiskapin í NEAFC og NAFO-øki, gera alt ov lítið fyri at steðga teirri ránsveiði, sum fer fram.
- Myndugleikarnir vita av hesum, men taka ikki neyðugu stigini at steðga hesum.
Hann sigur, at fyri einum ári síðan sendu teir ein e-post av Ennibergi og heim til føroyska Fiskiveiðieftirlitið um óskilið, men haðani fingu teir einki svar.
- Vit fingu einki svar aftur um nakað sum helst  og heldur ikki, at posturin var móttikin. Men tað er hann, tí vit fingu "kvittanina" um, at posturin er móttikin, leggur Sonny aftrat.

Forsýningarnar
Skiparin á Ennibergi heldur, at tvær orsøkir eru til, at hesin óskipaði fiskiskapur "sleppur" at halda fram.
- Ein er, at so lítið verður gjørt fyri at steðga hesari ránsveiði. Ein onnur, at ólógligu skipini verða forsýnaði úti á fiskifeltinum av veitarum úr eitt nú Noregi og Íslandi, sum eru við í avtaluni um fiskiskapin í Irmingarhavinum.
Sonny veit eisini at siga, at okkurt av hesum skipum hevur bunkrað olju og fingið veitingar í Føroyum.
- Fyrr enn hesar veitingar verða steðgaðar, heldur fiskiskapurin ikki uppat, tí hetta er við til at gera hesa ránsveiði møguliga, sigur hann.
Tað ringasta av øllum, sigur Sonny er, at ólógliga ránsveiðan í Irmingarhavinum hevur vundið upp á seg, nú prísurin á kongafiski er góður.
- So, tað er vist, at onkur spinnur gull við ólógligari veiði. Ein avleiðing kann verða, at skip, sum annars fiska undir skipaðum viðurskiftum, fara at "sløsa" við veiðitølum, og tað verður so til uppaftur størri bága fyri stovnin, sigur hann.

Sýta eftirlit
Tá ið fleiri lond eru saman um umsitingina av hesum økjum, er tað eisini skyldan hjá hesum londum at syrgja fyri, at fiskiskapurin gongur lógliga fyri seg. Tí senda tey vaktarskip á hesar leiðir eftir eini skipan.
Sonny sigur, at sjóverjuskip av og á eru úti á feltinum, men tað gongur illa hjá teimum at sleppa umborð á skipini, sum reka ólógliga ránsveiði.
- Herfyri var íslendskt vaktarskip her úti. Teir kallaðu á eini 6-7 skip av hesum slagi, men fingu einki svar. Skipini sýta beinleiðis fyri eftirliti og verður siglt fram at teimum, vilja tey ikki koyra leytaran niður, so sleppast kann umborð.
Hann sigur, at samstundis, sum manningarnar á vaktarskipunum ikki sleppa umborð á ránsveiðiskipini, verða skipini, sum fiska undir skipaðum viðurskiftum, regluliga kannaði á fiskifeltinum.
- Herfyri ljóðaði, at umhvørvisfelagsskapir hava í hyggju at leita sær í Irmingarhavið at hyggja upp á ránsveiðina, men eg haldi, at hetta er ein trupulleiki, sum myndugleikarnir í londunum áttu at kunnað loyst í felag. Men tíverri vísir tað seg ikki, at so er.

Vónsvikin skipari
Sonny sigur, at hann er vónsvikin av teimum londum, sum umsita tilfeingið í Irmingarhavinum, at tey soleiðis lata hesi skip gera feigdina um seg í einum annars skipaðum øki.
- Og púrasta burtur við er tað, at veitarar í hesum londum gera tað møguligt hjá hesum skipum at halda fram at fiska ólógliga.
Skiparin á Ennibergi heldur, at tað minsta, sum veitararnir mugu krevja, er at fáa at vita, hvørji hesi skip eru, og hvør stendur aftanfyr tey.
- Eg eri vónsvikin av, at føroysku myndugleikarnir saman við øðrum londum í felagsskapinum ikki taka stig til at steðga hesi ólógligu veiði í Irmingarhavinum, sigur Sonny Johannesen.