Ólógligar mannagongdir í Smyril Line

Christian Andreasen, advokatur, hevur sagt nevndarsessin í Smyril Line frá sær. Hann hevur illgruna um, at aðalfundurin ikki var í táð við lógina, umframt at hann ikki tekur undir við mannagongdum nevndarinnar

Mannagongdirnar í Smyril Line eru ikki í tráð við galdandi reglur.

Hetta heldur Christian Andreasen, advokatur, sum næstseinasta fríggjadag eftir uppskoti frá Vinnumálastýrinum varð valdur í nevndina í Smyril Line.

Christian Andreasen hevur tískil sent Vinnumálastýrinum, Skráseting Føroya, Smyril Line og advokati tess bræv, har hann boðar frá, at hann ikki tekur við valinum sum nevndarlimur í felagnum.


Eingi fundarboð

Sosialurin hevur fingið innlit í brævið, sum Christian Andreasen skrivaði til landsstýrismannin í Vinnumálum mánadagin 19. februar. Í brævinum sigur Christian Andreasen, at hann einki hevur frætt frá leiðslu felagsins síðani aðalfundin, sum varð hildin 9. februar.

Christian Andreasen greiðir frá, at hann 13. februar vendi sær til advokatin hjá Smyril Line fyri at spyrja, nær næsti nevndarfundur kundi væntast at verða hildin. Eisini boðaði Christian Andreasen advokatinum hjá Smyril Line frá, at hann ynskti at verða kunnaður um støðuna hjá felagnum.

Sambært brævinum hjá Christiani Andreasen til landsstýrismannin í Vinnumálum upplýsti Bjørn á Heygum, advokatur hjá Smyril Line, at tað var eitt mistak, at Christian Andreasen einki hevði frætt frá felagnum. Samstundis upplýsti hann, at nevndarfundur hevði verið beint eftir aðalfundin 9. februar.

Christian Andreasen skrivar soleiðis til Bjarna Djurholm, landsstýrismann í Vinnumálum:

»Advokaturin upplýsti, at tað vóru hastandi uppgávur, sum skuldu viðgerast, millum annað skuldi nevndin skipa seg, og at hetta var orsøkin til, at eg ikki hevði fingið fráboðan um nevndarfundin«.

Slíka mannagongd heldur Christian Andreasen ikki vera í tráð við galdandi reglur, tí sjálvsagt skulu allir nevndarlimir fáa fundarboð og hava møguleika at vera við á einum nevndarfundi.


Óregluligur fundur

Christian Andreasen eftirlýsir eisini fundarfrásøgn frá aðalfundinum hjá Smyril Line. Hann sigur, at hann ikki hevur fingið nakra slíka, og sum hann veit, er heldur ikki nøkur fráboðan send Skráseting Føroya um nevndarval, viðtøkubroytingar og annað, sum annars eigur at verða gjørt.

Út frá samrøðum, sum Christian Andreasen hevur havt við partaeigarar, sum vóru við á aðalfundinum hjá Smyril Line, ivast hann í, um eykaaðalfundirnir fóru regluliga fram.

? Mær er upplýst, at eingin nevndarfrágreiðing varð løgd fram ella gjøgnumgingin á fundinum um fíggjarstøðu felagsins, sigur fyrrverandi nevndarlimurin.

? Í einum føri, har talan er um at víðka um partapeningin við so stórum upphæddum, sum talan er um, er fyri mær av heilt avgerandi týdningi, at partaeigararnir og aðrir innskjótarar meta seg fáa allar neyðugar fíggjarligar upplýsingar.

? Mær er upplýst, at roknskapur felagsins ikki var viðgjørdur á eykaaðalfundinum. Tá so er, fyriskrivar partafelagslógin, at nevnd felagsins skal leggja fram eina frágreiðing um fíggjarstøðu felagssins, vísir Christian Andreasen á.

Harafturat sigur Christian Andreasen seg hava fingið at vita, at hildnir vórðu tveir eykaaðalfundir, tí neyðugur meiriluti ikki fyrilá á tí fyrra. Tí ivast advokaturin í, um fyrri fundurin yvirhøvur kann sigast at hava verið lógliga lýstur. Og tí setir hann eisini spurnartekin við, um samtyktu viðtøkubroytingarnar, um at loyva landinum at hækka partapeningin, yvirhøvur kunnu sigast at vera lógligar.

Alt hetta sigur Christian Andreasen seg ikki kunna taka ábyrgdina av, og tí boðar hann avvarandi myndugleikum frá, at hann ikki ynskir at taka við valinum sum nevndarlimur í Smyril Line.