Jóannes Eidesgaard, løgmaður, fegnast um, at Amnesty International í brævi heitir á politiska myndugleikan um at broyta revsilógina, so at hon eisini fevnir um kynsligan samleika.
- Eg vóni, at tingmenn taka áheitanina til eftirtektar, soleiðis at tey samkyndu eisini verða fevnd í mannamunsgreinini í revsilógini, sigur Jóannes Eidesgaard.
Margretha Nónklett, samskipari hjá Amnesty í Føroyum, hevur givið til kennar, at brævið eisini er ein áheitan á løgmann um at gera sín aktiva lut fyri, at uppskotið verður samtykt.
Hesa áheitan hevur løgmaður tikið til eftirtektar.
- Eg ætli mær at taka hetta málið upp í lítlu samgongu fyri at vita, um vit kunnu finna eina loysn. Eg veit, at málið viðkvæmt, og tað verður torført at finna eina semju, men tað er ikki óhugsandi, at vit finna eina loysn, sigur Jóannes Eidesgaard.
Alternativ samgonguloysn
Fleiri samgongulimir, sum Sosialurin hevur prátað við, hava givið til kennar, at teir ynskja, at samgongan finnur eina felags loysn á málinum.
Tann loysnin tykist ikki vera heilt í tráð við uppskotið, sum tingmanningin hjá Tjóðveldisflokkinum hevur lagt fram. Tað uppskotið snýr seg um at fáa skoytt »kynsligan samleika« upp í mannamunsgreinina í revsilógini eins og í grannalondunum.
Ein loysn, ið bæði tinglimir hjá Fólkaflokkinum og Sambandsflokkinum hava nevnt, er fullkomiliga at strika minnilutarnar í mannamunsgreinini, soleiðis at greinin verður generell og fevnir um øll.
Jóannes Eidesgaard metir ikki, at ein sovorðin generell orðing dekkar nóg væl, men hann avvísir ikki, at loysnin – um hon er nóg góð – kundi verið tað, ið skal til fyri at fáa eitt samt løgting.
Sær onga andsøgn
Javnaðarflokkurin er ikki samdur í málinum. Seinastu ferð atkvøddu tríggir javnaðartingmenn ímóti uppskotinum, sum fall við 20 atkvøðum ímóti. Kortini hevur Javnaðarflokkurin sent út eina yvirlýsing, har flokkurin sigur seg vera fyri, at samkynd verða vard við lóg.
Hetta hevur elvt til hvassar atfinningar. Ein andsøgn, vilja fleiri vera við. Millum annað hevur Sjúrður Skaale í einum lesarabrævi skýrt løgmann fyri at partrola, men hesum vil løgmaður ikki vera við.
- Eg havi givið mína hugsan til kennar, men tingmenn hava frían rætt at hava sína egnu støðu. Eisini javnaðartingmenn. Javnaðarflokkurin hevur í øllum førum tikið eina støðu. Men eg kann ikki forða fyri, at nakrir tingmenn í flokkinum hava eina aðra hugsan, sigur Jóannes Eidesgaard.
Hann viðgongur tó, at tað er óheppið, at tingmenn eru ósamdir við yvirlýsingina hjá flokkinum.
- Men tað er eingin stórvegis trupulleiki, metir Jóannes Eidesgaard, ið tó fer at fylgja áheitanini hjá Amnesty um at broyta støðuna hjá teimum tingmonnum, ið atkvøddu ímóti.