Løgmaður: Eg eri eingin uppdragari

- Eg havi ongantíð trýst Jógvani við Keldu til nakað sum helst. At ein samgongulimur hevur hug at niðurgera mín persón kann eg ikki gera nakað við. Eg eri eingin uppdragari, sigur Jóannes Eidesgaard, løgmaður, um hvøssu atfinningarnar frá Jógvani við Keldu

 - Hann er ein veikur løgmaður. Hann vil helst hava frið. So skjótt ófriður liggur fyri framman, bakkar hann.
Hvøssu orðini eigur Jógvan við Keldu, sum í samrøðu við Sosialin í gjár ikki legði fingrarnar ímillum at siga sína hugsan um løgmann
Sambært fyrrverandi landsstýrismanninum við innlendismálum vóru spenningar millum seg og løgmann longu frá fyrsta degi, tá landsstýrið varð skipað. Jógvan við Keldu nevndi ein fund, har Jóannes Eidesgaard vildi hava seg til at gera nakað, sum hann ikki vildi ganga við til. Júst hvat hetta málið snúði seg um, vildi Jógvan við Keldu ikki koma nærri inn á.
 - Komandi dagarnar trýsti hann meg, segði Jógvan við Keldu við Sosialin í gjár.
 
Hóttanin var eitt tilboð
Men løgmaður heldur seg ikki hava trýst nakran.
 - Eg havi ongantíð trýst hann til nakað sum helst. Málið, sum Jógvan við Keldu helst meinar við, snýr seg um eitt tilboð, sum hann ikki tók av, sigur Jóannes Eidesgaard.
Jógvan við Keldu fekk bjóðað at fáa ein leiðara tilførdan til løgfrøðiligu deildina hjá Innlendismálaráðnum. Talan var um Sólju í Ólavsstovu. Men landsstýrismaðurin takkaði nei, og Sólja í Ólavsstovu fekk starv í Fiskimálaráðnum.
 - Tað var so hansara avgerð. Vit hildu, at hon var væl egnað. Nú er hon løgtingsins Umboðsmaður, og tað sigur ikki so lítið, sigur Jóannes Eidesgaard.
 
Eingin uppdragari
Løgmaður hevur ikki nógvar viðmerkingar til hvøssu atfinningarnar frá Jógvani við Keldu.
-         At ein samgongulimur hevur hug at niðurgera mín persón, kann eg ikki gera nakað við. Eg eri eingin uppdragari. Og eg havi heldur ikki hug at viðmerkja tílíka niðurgerðan. Tað má standa fyri hansara egnu rokning. Men eg kann ugga meg við, at har eru aðrir samgongulimir, ið ikki halda tað sama sum hann. Hann bleiv jú koyrdur frá í samráð við Fólkaflokkin, leggur Jóannes Eidesgaard afturat.