Løgmaður errin av samgonguni

Løgmaður stendur heilt og fult aftanfyri semjuna í samgonguni um fíggjarlógina og sum heild er hann errin av fíggjarliga politikkinum hjá samgonguni hesi seinastu fýra árini

- Hesi seinastu árini hava vit skapt stóra vælferð í Føroyum. Og tað er ikki ókeypis.

Jóannes Eidesgaard, løgmaður, er ógvuliga fegin um at tað eydnaðist samgonguni at finna semju um fíggjarlógini fyri næsta ár, hóast tað leikaði hart á.

Samstundis er hann fegin um, at tað eydnaðist at finna semju um skattalættan.

- Tað er ein semja, sum eg heilt og fult taki undir við, staðfestir løgmaður.

Hann staðfestir eisini, at tey, sum siga, at útreiðslurnar eru hækkaðar nokk so fitt, hava sjálvandi rætt í tí.

Men tað er ikki nakað, løgmaður fær ilt av, tí tað veldst alt um, hvørki tøl, vit samanbera, sigur hann.

- Samanbera vit við tað fyrstu fíggjarlógina, vit gjørdu, er talan um ein stóra hækking. Fyrsta fíggjarlógin hjá hesi samgonguni hevði 250 milliónir í halli, men eftir ætlan fer fíggjarlógin næsta ár at hava 200 milliónir í avlopi.

- Sostatt hava vit bøtt um fíggjarlógina við eini heilari milliard og tað er eitt stórt framstig, sum eg eri errin av, sigur Jóannes Eidesgaard.


Rokningin fyri vælferðina

Hinvegin mugu vit eisini staðfesta, at seinastu árini eru vælferðartænasturnar batnaðar heilt munandi, bæði í undirvísing, í eldrarøkt og á øðrum økjum. Eitt nú hava vit fingið eini 170 røktarheimspláss afturat hesi seinastu árini og tað mugu vit sjálvandi betala fyri.

- Tað eigur ikki at koma óvart á nakran, at vælferðartænastur eru dýrar og tað er hetta sum er ein týðandi orsøk til vøksturin á fíggjarlógini.

Harafturat hava vit lagt upp fyri fullum endurgjaldi fyri tær lønarhækkingar, sum hava verið og sostatt virða vit allar sáttmálahækkingar til fulnar og bara tað kostar 70 milliónir.

- Av tí sama er tað væl skiljandi, at útreiðslurnar hækka, sigur løgmaður.

Hinvegin staðfestir hann eisini, at fíggjarlógin eisini tálmar búskapinum, tí skattalættin minkar, avgjøld á sigarettir og góðgæti hækka og íløgukarmurin er trengri enn hann hevur verið.

Hinvegin staðfestir løgmaður, at tað hevði verið ein ólukka fyri samfelagið at traðka ov hart á bremsurnar nú.

- Tvørturímóti mugu vit halda fast um bjartskygni og framburðin og tí sambandi mugu vit fáa fleiri hendur í arbeiði fyri at sleppa undan teimum fløskuhálsum, sum eru, sigur løgmaður.