Virðisbrævamarknaður
Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Hetta segði Jóannes Eidesgaard, løgmaður m.a. til hátíðarhaldið í sambandi at Atlants Kolvetni varð skrásett á VMF/ICEX mikudagin. Løgmaður leitaði fyrst aftur í tíðina:
-Danbjørg, sáli, skuldi einaferð taka soleiðis til orðanna á tingi, at tað var ikki til at fáa eygað á eina erliga sosialistasál fyri tí bera kapitalistamjørka, sum tá valdaði. Hvat sami Danbjørg hevði sagt í dag, er ikki ringt at gita. Men soleiðis broyta tíðirnar okkum øll. Nýggjar tíðir ? nýggjar avbjóðingar ? nýggjar hugsanir. Sjálvt tað góða "latíni" broytist. Tí er tað ein heiður fyri meg, sum løgmaður, og enntá, sum sosialdemokratiskur løgmaður at bera fram eina røðu í dag.
Hvat er politikkur? Stutta útgávan er, at politikkur snýr seg um vælferð. Hóast ymisku flokkarnir kunnu hava ymiskar tilgongdir og uppfatanir av, hvat vælferð er, so eru allir flokkar samdir um, at málið er at skapa vælferð.
Vit eru eisini samd um, at vælferðin als ikki kemur av sær sjálvum. Hon er ikki ein gáva, men hon er eitt mál, sum stríðast skal fyri. Og vælferðin hevur harumframt ein fíggjarligan kostnað og í nógvum førum ein stóran kostnað. Tí er tann longra útgávan av, hvat politikkur er, at hesin snýr seg um vælferð, búskap og vinnu.
Skulu vit megna at fíggja eina góða vælferð, mugu vit hava ein sterkan búskap, og hesin hevur brúk fyri einari sterkari vinnu, sum kann skapa neyðugan vøkstur og inntøkur til samfelagið.
Ynskja vit vælferð, so ynskja vit eisini ein sterkan búskap. Ynskja vit ein sterkan búskap, so ynskja vit eisini eina sterka vinnu.
Onkuntíð hava vit lyndi til at "stinga høvdið í sandin", tí vit vilja ikki síggja veruleikan, sum hann er, ella tí vit halda, at tað "gongur nokk".
Vit noyðast tó at viðurkenna, at vit eru komin fram á fleiri týðandi vegamót, ið krevja, at stórar politiskar avgerðir verða tiknar. Hesi vegamót reka inn á okkum, um vit vilja tað ella ikki. Spurningar sum altjóðagerð, okkara samstarvsviðurskifti við ES og EFTA, einskiljingar og framtíðar vinnubygnaður segði løgmaður og helt fram:
Rættar avgerðir takast
-Eitt er so vist, at lata vit standa til verða vit so dyggiliga afturútsigld. Ein alsamt harðari altjóða kapping frá láglønarlondum hevur við sær, at kappingarførið dragnar.
Í størri og størri mun kasta londini rundan um okkum saman í tætt búskaparligt samstarv. At standa uttan fyri gerst altsamt truplari.
Tí mugu avgerðir takast - rættar avgerðir. Vit mugu seta út í kortið, og vit mugu vera framsøkin við greiðum ætlanum, sum kunnu menna okkara samfelag.
Tað var í hesum anda, at landsstýrið um ársskiftið setti sær fyri at gera eina heildarætlan ella strategi fyri samfelagið. Talan er um meiri enn eina ætlan, soleiðis sum vit vanliga skilja hetta hugtak, tí setast skulu greið mál og greiðar tíðarætlanir fyri, nær málini skulu vera rokkin. Visjónin er, at Føroyar skulu vera millum fremstu lond í 2015, og strategiin er uppskriftin, sum skal føra okkum hagar.
Hugsanin og endamálið við Strategi 2015 er at skapa karmar fyri búskaparvøkstri ? varandi búskaparvøkstri, soleiðis at tað eisini í framtíðini verður peningur tøkur til framhaldandi at menna okkara vælferðarskipanir.
Fyri at gera vísjónina til veruleika, er neyðugt við framsóknum broytingum. Strategi 2015 verður smíðað í løtuni, og skal hon verða okkara felags boð uppá, hvørjar broytingar og hvørji átøk eru neyðug at fremja, skal visjónin gerast veruleiki.
Fíggjarmarknaðurin
Løgmaður nevndi síðani fíggjarmarknaðin: -Ein týdningarmikil partur í okkara samfelag er fíggjarmarknaðurin. Virkar hesin ikki til fulnar, hevur tað stórar avleiðingar fyri einstaklingin, vinnulívið og samfelagið í síni heild.
Virðisbrævamarknaður Føroya virkar fyri at skapa atgongd til fígging hjá vinnuni. Hetta fegnast vit um. Hinvegin mugu vit ásanna, at atgongdin til vágafúsan kapital í breiðari merking er ikki nøktandi í Føroyum ? ikki minst tá talan er um fígging til íbirtarar. Vit mugu tí framhaldandi arbeiða fyri at menna fíggjarskipanir, sum kunnu birta upp undir nýskapan.
Nógv hevur verið tosað um einskiljingar seinastu árini og semja tykist vera um, at fyritøkur landsins, sum virka í fríari kapping, eiga at verða einskildar, soleiðis at hetta kann frígeva fíggjarorku hjá landskassanum. Semja er somuleiðis um, at greiður skilnaður eigur at vera millum alment og privat, og tað almenna eigur at tryggja góðar karmar fyri vinnuvirksemi.
Fremstu atlit í eini einskiljingartilgongd eru at tryggja okkara samfelagsligu áhugamál og her fyrst og fremst vælferðina hjá tí einstaka borgaranum. At menna kappingina er í hesum sambandi eitt amboð.
Tað er greitt, at í einum so lítlum samfelag sum okkara hava vit ikki altíð tær bestu kappingarumstøðurnar, og kann hetta vera ein forðing fyri búskaparligari menning.
Sethúsafígging er eitt tílíkt dømi. Kappingin er avmarkað, og tilboðini til sethúsaeigaran eru hareftir. Eingir møguleikar eru fyri eitt nú realkreditsfígging til sethús í Føroyum, og samanbera vit fíggjarkostnaðin í Føroyum við til dømis fíggjarkostnaðin í Danmark, gjalda føroyingar munandi meiri fyri at hava tak yvir høvdið enn danir.
Vit tosa her um fleiri túsund krónur í meirútreiðslum um mánaðin fyri eitt miðal húsarhald. Hetta er peningur, sum annars kundi farið til aðra nýtslu og soleiðis verið við til at stimbra búskapin.
Broytingartíð
Løgmaður vísti á, at tað at fyrsta felagið, sum verður skrásett á Virðisbrævamarknaði Føroya, er eitt oljufelag og ikki eitt fiskivinnufelag, er enn ein staðfesting av, at vit liva í eini broytingartíð.
-Tá vit hugsa um framtíð Føroya, koma vit ikki uttanum at hugsa tankan, hvat hendir, finna vit olju? Hvørja ávirkan fer hetta at hava. Hvat skal gerast, fyri, at Føroyar vera til reiðar at møta avbjóðingunum, eitt møguligt oljuvinnusamfelag hevur við sær?
Vit mugu umhugsa hesar spurningar gjølla. Greitt er, at gerast vit eitt oljuvinnusamfelag, verða avbjóðingarnar, ið møta okkum ikki minni enn í dag.
Til seinast vil eg viðmerkja, at tann mest avgerandi treytin fyri, hvørt Strategi 2015 eydnast ella ikki er, um ætlanin fær undirtøku. Ikki bert politiska undirtøku, men undirtøku í øllum liðum í samfelagnum. Hjá landsmyndugleikunum, kommununum, í vinnulívinum millum verkamannafeløg, arbeiðsgevarafeløg og ikki minst hjá áhugafeløgum og hvørjum einstøkum borgara.
Samstarv
Løgmaður nam eisini við spurningin samstarv. -Samstarv millum myndugleikar og vinnu er týdningamikið, og eingin ivi er um, at vit sum í dag sita við politisku ábyrgdini, mugu gera okkara ítasta til at lurta eftir sjónarmiðum hjá øllum áhugabólkum, umrøða hesi sakliga og taka neyðugar og rættar avgerðir.
Vit eiga at hava virðing fyri hvørjum øðrum. Bert um vit arbeiða saman, kunnu vit røkka teimum málum, vit seta okkum. At draga eina línu, skal ikki longur vera ein metaforum, men ein neyðugur veruleiki.
Fyrsta fyritøkan er nú skrásett á Virðisbrævamarknaðinum. Hetta er eitt stórt framstig, ikki bert fyri Virðisbrævamarknaðin og fyri Atlants Kolvetni, men eisini eitt týdningamikil liður í framtíðarmenningini.
Eg ynski Virðisbrævamarknaði Føroya og Atlants Kolvetni hjartaliga til lukku við skrásetingini.