Løgmaður fult álit á Sirið Stenberg

Løgmaður, Aksel V. Johannesen, hevur fult álit á Sirið Stenberg sum landstýriskvinnu.

- Eg havi onga orsøk til ikki at hava álit á Sirið Stenberg, sigur Aksel V. Johannesen.

 

- Góðkenningin frá fyrisitingini er ikki skeiv. Avgerðin er sikkurt væl grundað og tikin út frá røttum fortreytum og Sirið kann ikki verða ósamd, annars var góðkenningin tikin aftur, sigur Aksel V. Johannesen.

 

Sirið Stenberg hevur annars sagt herfyri, at hon kundi hugsa sær longri tíð at viðgjørt málið, men at góðkenningin var farin út úr ráðnum, áðrenn hon fekk ein møguleika at góðkenna tað. Nakað, ið hon annars hevði givið boð um, ikki skuldi henda.

 

-Avgerðin tykist røtt og Sirið er ikki ósamd. Annars hevði hon tikið tað aftur, sigur løgmaður, ið ikki metir at Sirið Stenberg eigur ábyrgdina av mistakinum, men tað eru mannagongdir, ið ikki hava rigga og at tað er eitt mistak farið fram í ráðnum, ið Heilsu- og Innlendismálaráðið viðgerð innanhýsis.

 

Norðlýsið legði í dag eitt videobrot út, ið var gjørt fyri tveimum árum síðani. Har sigur Høgni Hoydal, at um tey komu aftur í samgongu, vildu tey tryggja sær, at lógir og reglur blivu hildnar og at mistøk í aðalráðum skuldu fáa avleiðingar, um feilir blivu gjørdir.

 

Hóast tað hevur løgmaður fult álit á Sirið Stenberg sum landstýriskvinnu og sær ikki nakra orsøk til, at hetta skal fáa avleiðingar fyri hana.