Løgmaður á fund við Høgna

Fríggjadagin 9.10: Krøvini frá løgmanni til Høgna Hoydal standa við. Uppskotini um fólkaatkvøðu og sjálvsavgerðarrættin skulu takast aftur, áðrenn løgtingsformaðurin leggur tey fram í tinginum í morgin


 

Fyri løtu síðani kom løgmaður aftur í Tinganes eftir almennu vitjan sína í Bretlandi.

Løgmaður er komin heim til eina samgongukreppu, sum skal loysast áðrenn tingfundin leygardagin klokkan 13.30, tá tingformaðurin kunnger seinastu framløgurnar hesa tingsetuna.

Meðan løgmaður hevur verið burtur, hevur Høgni Hoydal hóast mótmæli frá løgmanni lagt fyri tingið uppskot um ein bundnan sjálvstýrisleist og uppskot til samtyktar um at staðfesta sjálvsavgerðarrætt føroyinga.

Hetta hevur býtt samgonguna í tvey. Fólkaflokkurin átalar øðrumegin framferðina hjá Høgna Hoydal og krevur, at uppskotini verða tikin aftur. Hinumegin heldur Tjóðveldisflokkurin, at uppskotini eru seinasta royndin at fáa framt nakað á sjálvstýrisleið í hesi samgonguni.

Anfinn Kallsberg, løgmaður, og Høgni Hoydal, varaløgmaður, fara um eina løtu at gera eina seinastu roynd at bjarga samgonguni. Men krøvini hjá løgmanni standa við. Uppskotini skulu takast aftur.

? Eg standi við tað, sum eg havi sagt, um at eingin uppskot skulu niðan í tingið fyrr enn samgongan er samd. Men lat okkum nú síggja, hvussu dagurin gongst, sigur Anfinn Kallsberg við InternetSosialin.

Løgmaður ger greitt, at hann einki semingsuppskot hevur við sær heim í skjáttuni.

Væntandi verður lagna samgongunnar avgjørd einaferð í kvøld.