Løgmaður á fund við Mette Frederiksen og Kim Kielsen

Løgmaður skal komandi dagarnar hitta Margrethu drotning og danska forsætismálaráðharran og grønlendska landsstýrisformannin

Týsdagin verður fundur millum løgmann, danska forsætisráðharran Mette Frederiksen og grønlendska landsstýrisformannin Kim Kielsen í Keypmannahavn.

Á fundinum fara stjórnarleiðararnir í ríkisfelagsskapinum at umrøða fleiri mál. Millum annað skulu tey skifta orð um arktis, boðar Løgmansskrivstovan frá.

Í Danmark skal løgmaður eisini hitta Margrethu drotning.