Aksel V. Johannesen, løgmaður, fer ikki at taka nøkur stig fyri at ganga Heðini Mortensen á møti.
Tað sigur løgmaður, nú Heðin Mortensen, tingmaður hevur biðið hann reinsa seg eftir at hann, fyri 17 árum síðani, varð skuldsettur av Anfinni Kallsberg fyri at hava brotið tagnarskylduna sum lumur í Uttanlandsnevndini.
Heðin Mortensen sigur, at ákæran er følsk og nú málið er drigið fram aftur í ljósið í bókini hjá Sjúrði Skaale um fullveldismálið, spyr Heðin Mortensen, hvat løgmaður ætlar at gera fyri at lýsa málið.
Les eisini: Vil reinsast fyri 17 ára gamla ákæru
Løgmaður sigur, at hann ger onki við mál, sum hava verið uppi áðrenn hann varð løgmaður.
– Mítt starv er fyrst og fremst at samskipa og at hava eftirlit við landsstýrismonnunum, sum nú sita, sigur hann.
Men Aksel V. Johannesen sigur kortini, at hann hevur tosað við fyrrverandi løgmann, Anfinn Kallsberg um málið.
– Í hesum sambandi heitti fyrrverandi løgmaður á meg um at gera sær tann beina at bera fram eina umbering til spyrjaran, tí hann fyri 17 árum síðan av órøttum ákærdi spyrjaran fyri at leka trúnaðarupplýsingar til Dimmalætting, sigur Aksel V. Johannesen.
Hann sigur, at fyrrverandi løgmaður visti ikki og kundi heldur ikki ímynda sær tá, at hesin lekin kom frá landsfyrisitingini sjálvari.