Jóannes Eidesgaard ásannar, at roynd hansara at fáa semju í samgonguni um uppskotið um Føroyar sum eitt valdømi ber ikki á mál Jóannes Eidesgaard heldur, at hann hevur gjørt sítt fyri at fáa semju í samgonguni um eitt broytingaruppskot til uppskotið hjá løgtingsformanninum um Føroyar sum eitt valdømi. Men hann ásannar, at formaðurin í Sambandsflokkinum fer at atkvøða fyri uppskotinum hjá Edmundi Joensen.
-Harvið má eg bara ásanna, at royndin, sum løgmaður gjørdi fyri at fáa eina semju í málinum - eftir útsøgnina hjá formanninum í Sambandsflokkinum - ikki fer at bera á mál, sigur Jóannes Eidesgaard við Norðlýsið.
Hann sigur, at verður uppskotið samtykt, so má løgmaður eftirfylgjandi meta, um samgongan framhaldandi er før fyri at stjórna landinum.
-Eg haldið sjálvur, at eg sum løgmaður havi staðið við ábyrgd og víst á gongda leiðir, sum allir partar høvdu kunnað liva við, men eg kann sjálvandi ikki diktera hvat tingmenn skullu gera, sigur Jóannes Eidesgaard.