-Eg haldi, at røðan var góð. Samanumtikið var hon bæði stimbrandi, mennandi og eggjandi.
Formaður Sjálvsstýrisfloksins, Kári P. Højgaard, heldur, at løgmaður, Jóannes Eidesgaard, kom væl frá fyrstu nýggjársrøðu síni. Hann heldur, at nýggjársrøðan hesaferð var rættiliga lík nýggjársrøðum undanfarin ár.
-Løgmaður kom víða um, og var ikki serliga ítøkiligur, men tað skal hann helst heldur ikki vera í slíkum røðum, vísir Kári P. Højgaard á.
Spurdur, um hann beit merki við nakran ávísan politiskan boðskap í nýggjársrøðu løgmans, svarar Kári P. Højgaard, at persónliga fegnaðist um, at løgmaður segði seg vera heitan fyri kommunalu samanleggingunum kring landið.
Orð og gerðir
Kári P. Højgaard hevur kortini eitt hjartasuff viðvíkjandi nýggjársrøðuni hesaferð. Í partinum um búskaparstøðu Føroya, heldur formaður Sjálvsstýrisfloksins, at lítið samsvar er millum orð og gerðir hjá løgmanni og landstýrinum.
-Í røðuni nemir løgmaður við, at tað er av stórum týdningi at vit áhaldandi menna vælferðarsamfelagið, og í tí sambandi vil eg vísa á, at skattalættin hjá samgonguni er við at máa grundarlagi undan vælferðini, tí gjógvin millum tey ríku og tey, sum eiga minni, økist. Í tí partinum av nýggjársrøðuni var einki samband millum orð og gerðir hjá landsstýrinum, heldur Kári P. Højgaard.
Formaður Sjálvsstýrisfloksins vísir á, at í samband við framtíðar føroyska oljuvinnu, var løgmaður rættiliga jarðbundin í nýggjársrøðu síni.
-Hóast tað sær ógvuliga bjart út viðvíkjandi nýggjasta oljufundinum hetlendskumegin føroyska markið, so var løgmaður rættiliga jarðbundin í nýggjársrøðu síni, og tað haldi er ógvuliga skilagott av honum, sigur Kári P. Højgaard.
Mynd:
-Løgmaður kom víða um, og var ikki serliga ítøkiligur, men tað skal hann helst heldur ikki vera í slíkum røðum, vísir Kári P. Højgaard á.
Mynd: Savnsmynd