Løgmaður og andstøðuleiðari góvu jólagávur

Løgmaður fekk fløgu og yrkingarsavn frá Høgna Hoydal, sum fekk talentspurningar frá løgmanni Seinnapartin tollaksmessudag vitjaðu Kaj Leo Johannesen, løgmaður, og Høgni Hoydal, formaður í Tjóðveldi og harvið andstøðuleiðari, rásarúmið í Vágsbotni.

Í beinleiðis sending á Rás 2 tosaðu teir um jól og jólahugna.

Høgni Hoydal segði, at hann ger jólamatin heima hjá teimum, meðan konan syrgir fyri jólahugnanum.

Kaj Leo Johannesen ásannaði, at hann einki hevur við matin at gera heima hjá teimum. Tí tekur konan sær av. Men hann segði seg ikki vera heilt søran við dustsúgvaranum.

Tað er við at gerast siðvenja, at løgmaður og andstøðuleiðari geva hvørjum øðrum jólagávu.

Hesa ferð gav Kaj Leo Johannesen andstøðuleiðaranum svarta eskju við spurningum til talentspælið. Løgmaður hevði við gávuni nógvar myndir, sum hóskaðu til Høgna Hoydal, sum hann segði vera sera talentríkan.

Høgni Hoydal handaði løgmanni eina popplist fløgu og yrkingarsavnið Tey eru sum taka mánalýsi í álvara. Høgni Hoydal heitti á løgmann um at ansa eftir, at tað ikki verður spart ov nógv innan mentanina. Hann vísti á, tá ið Winston Churchill var forsætismálaráðharri í krígsstøðu, og tað var neyðugt at spara. Onkur vildi hava, at teir spardu upp á mentanina. Tá svaraði Churchill við spurninginum: hvat skulu vit so verja?