Løgmaður skúgvar búskaparráðið til viks

- hava vit onki lært av 80?unum ? (2:3)

Kristina Háfoss

"Lurtað varð ikki eftir ávaringum frá sakkunnleikanum, góð ráð vórðu ikki fylgd."
Hetta var ein av høvuðsniðurstøðunum í §19-frágreiðingini (s. 327), ið Løgtingið lat gera fyri at staðfesta, hvat varð gjørt skeivt í 80?unum, fyri soleiðis at tryggja, at vit kundu læra nakað av hesum feilum.
Jóannes Eidesgaard, løgmaður, var ein av nevndarlimunum í nevndini, ið gjørdi hesa frágreiðing vegna Løgtingið. Frágreiðingin staðfestir so dyggiliga, at ein av stóru trupulleikunum og orsøkunum til kreppuna í føroyska samfelagnum var, at lurtað ikki varð eftir sakkunnleikanum.
Men er nakað broytt í dag? Hava vit lært nakað av hesum ? Hvat hendir í dag, tá ið Búskaparráðið og hópurin av øðrum serfrøðingum, í samband við lógaruppskotið um at geva rækjuvinnuni 20 mió. kr. í studningi, gera vart við, at farast ikki skal undir beinleiðis rakstrarstuðul aftur ?
Júst tað sama sum í 80'unum.
Heldur enn at taka ráðgevingina til eftirtektar boðar Føroya løgmaður í Útvarpi Føroya frá, at meiningarnar hjá búskaparráðsformanninum í samband við rækjustuðulin eru í so "?teoretiskar og hava lítið gróðurfesti í tí, ið rørir seg í samfelagnum?" (ÚF 19.04. 2005).
Hetta er ikki virðiligt.
Um stovnar sum Løgtingsins Umboðsmaður og Búskaparráðið ikki verða virdir - ja, so hava hesir stovnar onga meining, og kundu tað sama verið niðurlagdir. Og tað stendur øllum greitt, at tá sjálvur Føroya løgmaður gongur á odda at gera niðurstøðurnar og ráðgevingina hjá Búskaparráðnum til onkis, so letur løgmaður eisini dyrnar upp fyri, at tað sum heild er í lagi, ikki at taka ráðgevingina frá Búskaparráðnum í álvara.
Hetta kenna vit alt ov væl aftur frá 80?unum - og tíverri gongur tað sama fyri seg í dag.
Eitt er víst og tað er, at skulu vit gera okkum nakrar vónir um at vinnulív okkara skal klára seg í kappingini á altjóða marknaðinum, so er alneyðugt, at vit læra av okkara feilum, og lata okkara vinnulív støðugt tillaga seg til broyttar fyritreytir soleiðis, at vinnulívsfólk leggja seg eftir at framleiða tað, ið gevur mest avkast - ikki tað, ið gevur mest almennan studning.