Løgmaður sleingir um seg við pástandum

Vit síggja dagliga, hvussu løgmaður sleingir um seg við pástandum, sum einki hald er í

Vit síggja dagliga, hvussu løgmaður sleingir um seg við pástandum, sum einki hald er í. Nøkur dømi hesa seinastu tíðina, sum fjølmiðlarnir ikki fingu eyga á, eru hesi:

Í forsíðugrein í Dimmalætting tann 12. februar í ár, kemur løgmaður við eini meting um, hvat hevði hent, um uppritið til uttanlandsnevndina viðvíkjandi samráðingunum við donsku stjórnina varð almannakunngjørt.

Løgmaður verður endurgivin fyri at siga (sitat): »So høvdu vit fingið eitt misálit móti okkum dagin eftir, sambært grein 33 í stýrisskipanarlógini« (sitat endað).


Stendur ikki har

Eg setti tí løgmanni henda spurning á løgtingi: »Hvar í grein 33 ella í stýrisskipanini yvirhøvur stendur eitt einasta orð, sum forðar løgmanni í at almannakunngera fyri Føroya fólki samráðingaruppleggið, sum sent er uttanlandsnevndini?«

Svarið frá løgmanni var, at hann hevði mistikið seg. Tað var ikki grein 33, løgmaður meinti við, men grein 54 í stýrisskipanarlógini.

Bæði svarini eru skeiv, tí tað stendur heldur ikki í grein 54, ella nakra staðni í stýrisskipanarlógini yvirhøvur, at løgmaður ikki má almannakunngera samráðingaruppleggið.


Fjala fyri uttanlandsnevndini

Í grein í Sosialinum tann 12 februar í ár, undir yvirskriftini »Uppritið kortini almannakunngjørt«, verður løgmaður endurgivin fyri at siga (sitat): »at um slíkar upplýsingar ikki verða handfarnar í trúnaði, kann hetta fáa stóra ávirkan á, hvørjir upplýsingar verða latnir nevndini í framtíðini, tá ið onnur mál vera til viðgerðar.« Tað sama hevur løgmaður ført fram fyri uttanlandsnevndini.

Eg spurdi tí eisini løgmann, um hann kundi vátta tað, hann hevði sagt um henda spurning, ella um løgmaður fór at taka aftur hóttanina, um ikki at lata uttanlandsnevndini allar upplýsingar í framtíðini?

Grein 54 í stýrisskipanarlógini sigur um henda spurning: »Løgtingið velur millum løgtingsmenn eina uttanlandsnevnd við sjey limum, sum landsstýrið ráðførir seg við, áðrenn avgerðir verða tiknar, ið hava stóran uttanlandspolitiskan týdning.

stk. 2. Somuleiðis skal landsstýrið ráðføra seg við hesa nevnd í sambandi við samráðingar við ríkismyndugleikarnar av stórum týdningi fyri viðurskiftini Føroya og Danmarkar millum.«


Nógv sløg av málum

Tá hesin spurningur varð svaraður, mól løgmaður sum hundur um heitan greyt. Fyri hann var málið sera prinsippielt, og tað var eg, sum í míni løgmanstíð hevði innført hesa góðu siðvenju, at alt skuldi viðgerast í trúnaði. Her sipaði løgmaður til samráðingarnar við bretar um undirgrundarmarkið.

Løgmaður mistekur seg aftur her, tí tað ber jú ikki til at skera alt yvir ein kamb.

Samráðingarnar við Bretland vóru av heilt serligum slag. Partarnir undirskrivaðu áðrenn samráðingarnar byrjaðu, at málið skuldi haldast í trúnaði. Eisini aftaná at málið var endað, skuldi tað vera í trúnaði.


Tingskipanin avgerandi

Tað er løgtingið, og ikki nakar løgmaður, sum hevur lagt støðið undir politikkin á hesum øki. Løgtingsmenn hava samtykt eina tingskipan, sum ber í sær opinleika, har til dømis gerðabøkurnar hjá tingnevndunum verða lagdar út á internetið.

Uttanlandsnevndin viðger nógv sløg av málum, sum als ongin grund er til at halda í trúnaði. Løgtingslógir, ríkislógartilmæli, fiskivinnusáttmálar, konventiónir, norðurlendsk mál o.s.fr. Onki av hesum er vanligt at viðgera sum trúnaðarmál.

Tá so løgmaður stemplaði uppleggið til nevndarlimirnar í uttanlandsnevndini at vera í trúnaði, og serloyvi mátti fáast, bara fyri at floksfelagir kundu síggja uppleggið, er hetta at fara út um alt mark, og at sammeta við, at løgmaður leggur seg út í politiska frælsið hjá flokkunum.


Bind fyri eyguni

Tá so løgmaður eisini hóttir við, ikki at lata allar upplýsingar til uttanlandsnevndina í framtíðini, stríðir hetta beinleiðis ímóti stýrisskipanarlógini. Tí hvussu kann ein nevnd ráðgeva løgmanni, um nevndin ikki fær upplýsingar? Tað má í hvussu so er koma undir heitið ráðgeving við bindi fyri eyguni?.

Formanskapurin hevur nú kritað vøllin av fyri løgmanni. Formanskapurin hevur sagt, at tað er løgmaður, sum hevur ein trupulleika. Formanskapurin hevur eisini sagt løgmanni frá, at hann ikki er samdur um, at alt skal viðgerast sum trúnaðarmál.


Caragata álitið

Seinasta hendingin í løgtinginum, tá andstøðan undir viðgerðini av Caragata álitinum føldi seg noydda til at siga frá, hvar markið gekk, og hvat andstøðan finnur seg í, er ein avleiðing av, at vit í Føroyum hava ein løgmann, sum letur sínar landsstýrismenn gera júst sum teimum listir. Tað hava vit nógv talandi dømi um.


Edmund Joensen