Løgmaður stingur ikki halan ímillum beinini

Tað er synd, at Magni Laksáfoss altíð er so fornermaður, heldur løgmaður

- Eg fari ikki at útskriva løgtingsval í ótíð.
Tað staðfestir Kaj Leo Johannesen, løgmaður.
Seinastu dagarnar eru komið fram í ljósið, at ósemjan ímillum samgonguna um fíggjarpolitikkin er rættiliga stór.
Serliga sjónskt var tað á Rás2 í gjár, tá ið Jørgen Niclasen, formaður Fólkafloksins, var meiri svartskygdari enn hann plagdi.
Hann segði seg vóna eina semju, men viðgekk, at hann hevði onki at hava tað í og hann kundi ikki útihýsa, at tað verður neyðugt við vali.
Fyrr í vikuni staðfesti Magni Laksáfoss í Sosialinum, at tað er neyðugt við broytingum í samgonguni, tí hendan samgongan hevur mist trúvirðið og er ikki før fyri at loysa trupulleikarnar.
- Nýval er ikki ein møguleiki, eg hugsi um.
At útskriva nýval metir Kaj Leo Johannesen sum at stinga halan ímillum beinini og tað er ímóti hansara prinsippum.
- Veljarin hevur okkum ábyrgd og mótvegis veljarunum er tað ikki rætt at stinga halan ímillum beinini, tá ið tað lotar ímóti.
- Vit eiga at gera tað til okkara meginreglu, at eitt valskeið varar í fýra ár.
Men kann tað koma upp á tal at umskipa samgonguna og fáa onkran flokk uppí, sum er meiri sinnaður enn Fólkaflokkurin at áseta tilfeingisgjald, avtaka sjómannafrádrátt og vil hækka avgjøld á vinnu og einstaklingar?
- Tað havi eg onga viðmerking til, men tað er greitt, at vit mugu øll lyfta í felag, sigur Kaj Leo Johannesen.

Synd fyri Magna
Hann er heldur ikki samdur í, at samgongan hevur mist trúvirðið.
- Seinasta veljarkanningin vísti júst tað øvugta, tí vit hava varðveitt okkara undirtøku, sum ein av kanska tveimum, trimum stjórnum í øllum Evropa.
- Tað er harmiligt, at ein evnaríkur politikari Magni Laksáfoss er so fornermaður, at hann heldur vil stinga kílar inn í samgonguna, heldur enn at lyfta saman við okkum.
Hinvegin staðfestir Kaj Leo Johannesen, at teir politikarar, sum ikki vilja lyfta saman við restina av samgonguna, men eru í sjálvdrátti, hava heldur onga ávirkan á førda politikkin, so einfalt er tað.
- Tann, sum er í samgongu, tekur eina byrgd á seg og tað eiga vit at liva upp til.
Les eisini greinina: Vit verða klár til fyrsta apríl.