Løgmaður: Útsagnirnar hjá leiðsluni á Bakkafrost eru misvísandi

- Tað er ikki skipanin við tøkugjaldi, sum er atvoldin til, at færri fólk í løtuni eru til arbeiðis at framleiða liðugt góðskaðar vørur. Tí eru útsagnirnar hjá leiðsluni á Bakkafrost misvísandi.


Tað skrivar Aksel V. Johannesen, løgmaður, í svari til ein §52a fyrispurning, ið Kári P. Højgaard setti honum viðvíkjandi broyttu fortreytirnar fyri laksaframleiðslu.


Spyrjarar vísti á, at stjórin í Føroya størstu alifyritøku hevur sagt, at nýggja tøkugjaldið forðar laksaframleiðarum at gera langtíðarsáttmálar av liðugtvørum.


Tað er løgmaður ikki óvæntað ósamdur í, og verjir í svarinum til tingmannin, avgerðina at leggja eitt eyka gjald á alivinnuna.


- Tøkugjaldið er gjald fyri framíhjárættin til at ala laks á føroysku alifirðunum. Tøkugjaldið verður lagt á allan laks, sum verður tikin úr føroysku firðunum – uttan mun til, um laksurin verður seldur av landinum heilur, ella hann verður framleiddur til liðugtvøru, sigur Aksel V. Johannesen, løgmaður.


Løgmaður er av tí greiði fatan, at avgerðin hjá alifyritøkuni, at útflyta meira heilan laks, er einans tí, at tað er meiri vinningur í tí, og hevur einki við tøkugjaldið at gera.


- Tá ein fyritøka – í hesum førinum Bakkafrost – velur at framleiða minni til liðugtvøru og heldur velur at selja meira av landinum sum heilan laks, er tað, tí prísurin fyri heilan laks gevur meira enn liðugtvøran. Hetta er ein tilvitað avgerð, sum Bakkafrost hevur tikið.


- Sostatt hevur skipanin við tøkugjaldið einki við virðisøkingina av laksi at gera. Við verandi marknaðarstøðu í huga, eri eg fullvísur í, at hesa gongd høvdu vit eisini sæð, um einki tøkugjald var, skrivar løgmaður í svarinum.