- Vit noyðast tí at viðgera, um tað ikki er rætt at taka tilfeingisgjald fyri makrelin heldur enn at senda fólk til hús í hópatali, sum aftur merkir verri tænastu til borgaran.
Tað sigur Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður, nú fíggjarlógin fyri í ár er til viðgerðar.
Hann staðfestir, at skerja vit í óðum verkum, ella leggja ov tunga byrðar á fólk, er vandi fyri, at bróta vælferðartænastur niður og gera tað minni liviligt her á landi og tað elvir til fólkafráflyting.
- Vit mugu eisini hyggja eftir nýggjum inntøkum, tí vit kunnu ikki einans spara okkum burturúr hallinum. ?
- Seinastu árini eru vit komin í eina nýggja støðu viðvíkjandi makrelinum. Risa virði eru í makrelinum, og vinnan er sinnað at lata tilfeingisgjald, sigur løgmaður.
Annars heldur hann, at samgongan er á rættari leið.
Sum tað sær út nú, verður hallið á fíggjarlógini fyri 2012, 361 milliónir krónur Á fíggjarlógini fyri 2009 var hallið næstan 800 mió. kr.
- Tískil hevur eydnast at fáa hallið niður um eina helvt uppá trý ár og aftur ímóti Bruttutjórarúrtøkuni, er hallið á fíggjarlógini í Føroyum eitt tað lægstu í Evropa. ?
- Vit hava eitt nú lagt stovnar saman og hækkað tænastugjøld, sum í summum førum ikki hava verið dagførd í áravís.
- Vit hava megnað at tillaga almenna búskapin til nýggju tíðirnar. Vit eru á røttu kós, men vit eru enn ikki komin á mál, leggur hann afturat.
Hinvegin ásannar løgmaður, at fleiri tøk skulu takast?
- Hallið má burtur og næstu árini skulu vit lækkað hallið yvir 300 milliónir krónur og vit koma eisini at merkja fleiri broytingar og tillagingar næstu árini og eitt nú skulu kommunur og skúlar leggjast saman, sigur Kaj Leo Holm Johannesen.