.
Marknaósemja
Tá samráðingar vórðu við bretsku stjórnina um at fáa loyst marknaósemjuna gjørdi løgmaður av at leggja hitt óloysta marknamálið, ósemjuna við Ísland, á hillina fyribils.
Nú ætlar løgmaður sær at taka málið framaftur og at viðgera hetta aftur í allari politisku skipanini, tvs. bæði millum flokkarnar, í Uttanlandsnevnd og við vinnuna.
Løgmaður hevur roynt at lýst málið so væl tað ber til og hevur roynt at funnið fram til, um ikki tíðin er búgvin til at fáa málið aftur á samráðingarborðið. Um tað fer at eydnast at fáa avgreitt hetta málið í hesum valskeiðnum vil tíðin vísa, men løgmaður ætlar sær at royna. Hann ger vart við, at hetta er ikki eitt mál, sum verður tikið upp í sambandi við íslendsku forsetavitjanina.
Íslendski uttanríkisráðharrin er boðin av løgmanni at vitja í Føroyum seinni í ár, og tá verður marknamálið helst tikið upp.
Trætan snýr seg um eitt lutvíst stórt øki miðskeiðis millum londini, eitt øki, sum í dag er eitt grátt øki, tvs. at bæði londini kunnu fiska har. Men skuldi tað hent, at oljufeløg vilja leita eftir olju í einum slíkum øki, so ber tað ikki til fyrr enn markið liggur heilt greitt. Tað er annars politikkurin hjá bæði Íslandi og Føroyum at hava greið mørk, og nú Ísland og Føroyar hava fingið mørkini við ávikavist Grønland, Noreg og Bretland uppá pláss, er eftir markið millum Ísland og Føroyar. Ósemjan snýr seg um, hvat miðlinjan skal vera og út frá hvørjum hon skal ásetast. Íslendingar vilja áseta hana út frá Hvalbaki, sum er óbygdur klettur. Føroyar góðkenna ikki Hvalbak fyri ásetan av miðlinju.
Anfinn Kallsberg, løgmaður sigur, at støðan minnir um hana millum Føroyar og Bretland og vísir á, at tað krevjast liðiligheitir frá báðum síðum fyri at finna eina loysn. ?Vit eru innstillaðir uppá at fáa eina loysn sigur løgmaður.
Rockallslættin
Herfyri var fundur millum Oljumálastýrið og umboð fyri flokkar og landsstýrið, har eisini hitt óloysta marknamálið ? rættindini til stóru økini sunnan fyri, Rockallslættan - varð til viðgerðar. Tá varð greitt frá, hvussu tað málið stendur. Har eru tað fleiri lond, Føroyar, Ísland, Bretland og Írland, sum gera krav uppá eitt risastórt øki, sum í framtíðini kann fáa sera stóran búskaparligan týdning. Av tí at eingin loysn er funnin á hesum málinum ber t.d. ikki til hjá oljufeløgini at bora eftir olju og gassi har. Fyrst má ein semja gerast um, hvør eigur rættindini til økið ella partar av tí. Løgmaður sigur, at her væntar enn at gerast eitt stórt arbeiði. Frá føroyskari síðu skal stórt fyrireikingararbeiði gerast fyri at kunna gera síni krøv galdandi. Tá eitt úrslit fyriliggur skal man so fara víðari á altjóða støði.