Løgmanssteypið í Fótbóltspanelinum

Rás2: Ert tú tystur, so er vinningurin í Fótbóltspanelinum í dag nakað fyri teg

Í dag klokkan 16 verður Fótbóltspanelið beinleiðis á Rás2. Í Fótbóltspanelinum verða fjóðringsfinalurnar í kappingini um Løgmanssteypið umrøddar.

 

Hoyr Fótbóltspanelið á Rás2 hvønn fríggjadag millum 16 og 17

 

Serliga eru tað dystirnir millum Víking-HB og KÍ-B36, sum eru torførir at spáa um. Í báðum førum er talan um lið, ið hava staðið seg væl fyrsta triðingin í landskappingini.

 

Í hinum báðum fjórðingsfinalunum er talan um dystir millum lið í bestu deildini og næstbestu deildini. Í Runavík spæla NSÍ-EB/Streymur, meðan Skála vitjar Giza Hoyvík í Gundadali.

 

Gestur í Fótbóltspanelinum er Oddbjørn Joensen, sum millum annað vann FM við HB í 2013.

 

Fyri at hoyra Rás2 - Trýst HER

 

Vinningurin í Fótbóltspanelinum eru tveir kassar av Faxe Kondi sodavatn. Lurta á Rás2 í dag millum klokkan 16 og 17 fyri at hoyra Fótbóltspanelið, og luttaka í SMS kappingini.