Aftur í gjárkvøldið hevur løgreglan gjørt ferðslukanningar í Eysturoynni, hesa ferð á Skálafjørðinum. Seinastu dagarnar eru nógv tikin fyri at koyra ov skjótt ymsa staðni í Eysturoynni, og so var aftur í gjárkvøldið.
Seks bilførarar vóru tiknir fyri at koyra yvir 100 km/t. Tveir teirra fingu bót, annar koyrdi 100 km/t, meðan hin koyrdi 102 km/t.
Síðani vóru fýra, sum fingu klipp í koyrikortið. Tveir teirra vóru tiknir fyri at koyra 105 km/t, ein 107 km/t og ein 109 km/t.
Leygarkvøldið misti ein koyrikortið á staðnum, tá løgreglan máldi hann at koyra 169 km/t millum Fjarða. Ein annar koyrdi undan løgregluni heldur enn at steðga. Tá løgreglan legði eftir honum, kom ferðin upp móti 200 km/t, áðrenn viðkomandi steðgaði. Tá vísti tað seg, at bilførarin einki koyrikort hevði.
Les eisini Misti koyrikortið á staðnum
Mánakvøldið vóru tveir mans tiknir fyri at koya ávikavist 118 km/t og 115 m/t, meðan tveir aðrir koyrdu 106 km/t og 108 km/t.
Les eisini Traðka ov hart á speedaran í Eysturoynni
Umframt hesar 12 eru fleiri, sum hava koyrt ov skjótt, men tó undir 100 km/t, sum tá fáa eina vanliga bót frá løgregluni.