Hesar seinastu dagarnar hevur løgreglan gjørt nógv burtur úr at klippa nummarpláturnar av bilum, har bileigarin ikki hevur goldið vegskatt. Og løgreglan sigur, at tað arbeiðið heldur fram hesar næstu dagarnar, og tey hava sett eina patrulju av til endamálið burtur av.
Tá ið bilførarar koma í ov stóra eftirstøðu við trygging ella vegskatti, verða pláturnar tiknar av bilinum, uttan ávaring. Og tað sama hendir, tá ið bilar ikki møta til sýn, ella tá ið ordan ikki er teimum skrásettu eigaraviðurskiftunum.
Løgreglan sigur, at tey hava ein lista upp á fleiri síður við bilum, har pláturnar skulu takast og tað er eitt arbeiðið, tey eru í holt við í hesum døgum. Sostatt eru tað fleiri bilar, sum hava mist pláturnar hesar seinastu dagarnar, og tað arbeiðið heldur fram í nakrar dagar afturat.