Vágar: Mikudagin 11. oktober fór løgreglan í Vágum saman við ferðsluløgregluni undir at gera kanningar í ferðsluni, sum heilt víst hevur givið eina heildarmeting av, hvussu lóglig føroyska ferðslan er.
Løgreglan byrjaði at gera kanningar mikudagin frá 17-18.30, og vóru ferðmátingar gjørdar í fjølbygdum øki á landsvegnum í Sandavági . Hetta tíðarskeiðið vóru 140 akfør skrásett at hava koyrt gjøgnum radarfeltið. 13 frágreiðingar vórðu skrivaðar fyri ferð frá 60 km/t til góðar 70 km/t. Av teimum 13 frágreiðingunum sum vóru gjørdar á landsvegnum í Sandavági, vóru fleiri frágreiðingar eisini skrivað fyri onnur brot á ferðslulógina, hóast upprunaliga ætlanin var at gera ferðmátingar. Millum annað kundi løgreglan staðfesta, at fleiri førarar ikki høvdu koyrikortið hjá sær, at koyriljósini hjá fleiri av akførunum ikki vóru sum tey skuldu, og so vóru fleiri, sum ikki nýttu trygdarbelti meðan koyrt varð.
Síðani varð hildið á við ferðslukanningum seinni um kvøldið, og var hetta í tíðarskeiðinum frá kl 20.15-21.30 á landsvegnum á Giljanesi. Tær kanningar, sum løgreglan gjørdi hetta kvøldið, verða róptar grein 13 kanningar. Umleið 40 akfør vórðu kannaði av løgregluni, og 15 frágreiðingar vórðu skrivaðar. Sum vera man kom løgreglan fram á nógv, ið ikki var lógligt, og á fleiri akførum var nógv, sum ikki var í lagi. Ljósini virkaðu ikki sum tey skuldu, dekkini vóru ikki í lagi, nógv høvdu ikki koyrikortið hjá sær, meðan trygdarbeltini heldur ikki vórðu nýtt.
Síðani varð hildið á við grein 13 kanningum, sum fevndu yvir alla Vágoynna, og vóru hesar kanningar hósdagin 12. oktober í tíðarskeiðinum frá kl 7.30 á morgni til kl 13. Umleið 50 akfør vórðu kannaði í hesum tíðarskeiði, og av hesum 50 akførum vórðu 24 frágreiðingar skrivaðar av løgregluni. Løgreglan kundi eftir hesar frágreiðingar staðfesta, at á saman hátt sum við hinum ferðslukanningunum vóru feilir á ljósunum, meðan nøkur av akførunum ið vóru kannaði, ikki høvdu nakra nummarplátu á akfarinum. Síðani kom løgreglan eisini fram á áðurnevndu feilirnar, sum t.d. at koyriljósini ikki vóru tendrað, at nøkur ikki høvdu koyrikortið hjá sær, meðan uppaftur onnur ikki nýttu trygdarbeltið.
Hetta er ikki eitt tiltak, ið javnan og regluliga er á skránni hjá føroysku løgregluni, men fyri nøkrum árum síðani varð ein slík kanning gjørd, sum fevndi yvir alt landið. Løgreglan í Vágum sigur, at tað er neyðugt við slíkum kanningum av og á.
Løgreglan í Vágum heldur eisini, at hyggja vit at nøgdini av bilum sum vóru steðgaðir, og hvussu nógv fingu bót, skuldi talið helst verið minni, hóast tað ikki er eitt óvæntað tal av bótum og ólógligari koyring, sum varð givið undir ferðslukanningunum.