Løgreglan hevur havt nógv at gera um vikuskiftið

Løgreglan hevur havt nógv um at vera, meðan G! festivalur og vestanstevna hava verið um vikuskiftið.


Løgreglan

 


Festivalgestir fingu parkeringsgjald

Ferðslukanningar, ið løgreglan gjørdi á økjunum rundanum G! festivalin í vikuskiftinum, høvdu eisini við sær, at nógvir bilar fingu bót. Sambært vakthavandi hjá løgregluni fingu átta bilar parkeringsgjald í sambandi við steðgiforboð, sum hevur verið framvið landsvegnum, meðan G! festivalurin hevur verið.

Løgreglan hevði fleiri fyribyrgjandi átøk í vikuskiftinum, og steðgaði fleiri bilum í ferðsluni. Meðan fleiri høvdu brotna lykt, varð onkur bilførari steðgaður fyri tosa í telefon.

G! Festivalurin, sum var um vikuskiftið, hevði við sær, at nógv ferðsla hevur verið í Eysturoynni. Í hesum sambandi hevur løgreglan gjørt fleiri fyribyrgjandi átøk í Eysturoynni og í Norðoyggjum.

Nógvur roykur vakti ans hinumegin fjørðin

Fríggjakvøldið fekk løgreglan fráboðan um, at nógvur roykur var at síggja við Kaldbaksnes. Tað vóru fólk í Eysturoynni, ið varnaðust roykin hinumegin fjørðin. Tey stúrdu fyri, at eldur var í einum húsum  ringdu tískil til alarmsentralin.

Tó var eingin vandi á ferð, tí roykurin var frá brenning av ull.

Men hóast onki var áfatt, kundi tað hent seg, at løgreglan mátti bera seg at. Fyri at fyribyrgja hesum, ynskir løgreglan, at fólk ringja til sín fyri at boða frá, eisini tí at tað kann gerast vandamikið.

- Kemur roykurin ov tætt millum hús nærindis, kann tað henda seg, at alarmsentralurin má senda sløkkiliðsfólk á staðið. Tískil vilja vit fegin hava, at fólk boða frá frammanundan, sigur vakthavandi.

Til ber at ringja til 114 og boða løgregluni frá, ætlar ein at brenna ull ella annað á báli.

Herverk framt á hús í Sørvági

Sunnudagin fekk løgreglan fráboðan um, at herverk var framt á eini hús í Sørvági undir vestanstevnu. Fleiri rútar vórðu brotnir, og annað leysafar var illa farið. Ongin er handtikin í sambandi við málið. Sambært løgregluni er kanningararbeiðið í gongd, og eru spor at ganga eftir, fyri at finna tann seka.

Annars er vestanstevnan gingin væl fyri seg, sigur vakthavandi.