Løgreglan hevur ikki kett seg

Løgreglan hevur ikki kett seg hetta vikuskiftið. Fýra bilførarar eru tiknir fyri rúsdrekkakoyring, og annars hava ferðsluóhapp, herverk, bardagar og annað upptikið løgregluna meðan onnur hava havt frí


 
Júst farna vikuskiftið hevur ikki verið stórt øðrvísi enn onnur hjá løgregluni. Á støðini hava teir havt sítt at dragast við, men hóast steypafinalan var leygardagin, so var tó ikki talan um eitt lívligari vikuskifti enn vanligt.
Einastu beinleiðis avleiðingarnar av steypafinaluni var, at tveir mans vórðu tiknir úr Gundadali oman á støðina eftir dystin, tí teir høvdu fingið í so nógv at drekka og vóru dotnir av.
 
Kvinna við tvey í promillu
Fýra fólk eru tikin fyri rúsdrekkakoyring og tvey teirra vórðu tikin innan fyri eitt korter leygarnáttina á Skálatrøð. Ein kvinna var í millum hesi fýra ,og hon var eisini toppskorarin hetta vikuskifti í promillukoyring, tá hon varð máld at hava eina promillu oman fyri tvey.
Av løgreglustøðini verður sagt, at tað meiri enn so kemur fyri, at kvinnur verða tiknar fyri at koyra ávirkaðar, men at menninir tó eru so ruddiliga við yvirlutan.
Tíbetur hendi onki óhapp í hesum fýra førunum, men kunnu teir tiknu bilførararnir rokna við at missa koyrakortið.
 
Skaðar á bilar
Rúsdrekkakoyring er ein afturvendandi trupulleiki, men eitt annað, sum altíð tekur eitt sindur av plássi í politirapportini, er skaðar á bilar.
Hetta vikuskiftið hevur herverk verið gjørt á onkran bil.  Men tað sum næstan dagliga kemur fyri er, at skaðar verða gjørdir á parkeraðar bilar, har tann, sum hevur gjørt skaðan stingur av. Ein bilur bakkar á ein annan, og so rýmir førarin bara avstað uttan at boða frá, og tað er sera keðiligt hjá tí, sum hevur fingið skaða á sín bil.
 
Herverk og bardagar
Sum vanligt er, so er eisini smávegis herverk gjørt í Havn um vikuskiftið. Onkur hevur stytt sær stundir við at bróta rútin í DER-bygninginum, har sum Baby og barnaútgerð er, men her veit løgreglan hvør hevur gjørt herverkið.
Onkrir minni bardagar hava eisini verið, og her endaði eitt rokilsi uttan fyri FK í miðbýnum við, at ein maður bleiv skuldsettur fyri brot á politiviðtøkurnar.
– Seks ungir mans vóru farnir til hendurs, og løgreglan kemur so á staðið fyri at tosa menninar til sættis. Men so er tað, at ein teirra brýtur ein fløsku niður í vegin framman fyri politibilin, og hann er nú skuldsettur fyri brot á politiviðtøkurnar.
 
Bygdamaðurin og bussurin
Sunnunáttina skuldu nakrir ungdómar av bygd so heim aftur, eftir at hava verið ein túr í býnum. Hesi ungu høvdu leigað sær buss bæði suður og norður, men busssjaførurin kom ongantíð eftir teimum, tá tey skuldu heim og so vóru góð ráð dýr.
Hetta gjørdist ein ungur maður so argur um, at hann fór beint á løgreglustøðina at kæra sína neyð og vildi hava løgregluna at koyra hann norð, tá busssjaførurin ikki møtti upp sum avtalað.
Løgreglan hevði annað at gera, og bað mannin um at fara avstað aftur, men tað vildi hann ikki. Hann ringdi til alarmsentralin fleiri ferðir upp í saman, og dugdi annars ikki at uppføra seg sum fólk og tí varð hann settur í brummuna.
 
Spentu tape tvørtur um vegin
Leygarnáttina fekk løgreglan boð um, at nakrir ungdómar høvdu spent tape tvørtur um vegin úti á Landavegnum.
– Hetta er ein rættiliga vandamikil sportur, men tíbetur hendi stóðst ongin skaði av hesum, sigur vakthavandi á løgreglustøðini í morgun.
Um sjeytíðina sunnumorgunin ringdi ein kona á støðina. Maðurin, sum hon er skild frá, og sum hevur tilhald móti at koma henni nær, var kortini komin á dyr hennara um morgunin. Hetta boðaði konan løgregluni frá, og teir komu á staðið og fóru avstað við manninum, sum nú verður skuldsettur fyri at bróta tilhaldið og fyri at nokta at vilja upplýsa navn og bústað fyri løgregluni.
Og at enda var eisini ein tilburður, har løgreglan var noydd at steingja ein telefon. Viðkomandi, ið átti telefonina, ringdi áhaldandi til alarmsentralin og órógvaði, og tí ringdi løgreglan til Føroya Tele og fekk teir at steingja telefonina hjá viðkomandi.
– Alarmsentralurin skal bara nýtast í átrokandi førum, og hava fólk annað upp á hjarta, so eiga tey at ringja til vanligu telefonina (35 14 48, blðm.), sigur vakthavandi á løgreglustøðini í morgun.