Løgreglan er nú farin undir eina rundferð at kanna eftir um tey, ið selja fýrverk, lúka øll krøvini, sum eru sett til slíka sølu.
Higartil hevur løgreglan kannað umstøðurnar á einum 10 sølustøðum í Havn, umframt at fýrverkssølur eisini eru kannaðar norðanfyri og sunnanfyri.
Og løgreglan leggur afturat, at hetta er eitt arbeiði, ið heldur fram í dag og í morgin.
Í hesum sambandi hava tey eisini brandleiðararnar í teimum ymsu økjunum við, har tað ber til, tí teir hava betri skil fyri tí eldsvanda, og spreingingarvanda, ið kann standast av óskilaligari handfaring av fýrverki.
Og tað eru fleiri krøv, sum tey, sum selja fýrverk, skulu lúka. Talan skal ikki vera um fýrverk, sum brestur, tað, ið vit vanliga kalla kinesarar.
Tað er 18 ára aldursmark fyri keypa kunna keypa fýrverk, og tað skal seljast yvir diskin.
– Tað er bara eitt eintak av hvørjum slagi, ið skal liggja frammi, men restin skal liggja í eini goymslu aftanfyri handilshøli.
Tað er mark fyri, hvussu nógv fýrverk kann vera á goymsluni, pulvursløkkjari skal vera til staðar, og skelti skulu upplýsa, at royking er bannað.
Løgreglan sigur, at vørumerkingin á fýrverkinum skal vera eftir forskriftunum og vegleiðing um, hvussu tað skal brúkast, skal fylgja við.